Ruðul og eingin kós …?

Óli Jacobsen, Argir
-----

Á einum fundi um fiskivinnufyrisiting fyrst í nítiárunum – tað var á tí sokallaða Peder Andersen fundinum í Læraraskúlahøllini – greiddi tann hittinorðaði Leivur Eidesgaard, sáli, nakað soleiðis frá: ”Fyrr kundi eg bara fara at fiska, tá ið eg vildi, eg skuldi bara siga konuni frá. Nú skal eg hava eitt loyvi fyri at kunna fiska. Eg minnist fyrstu ferð, eg skuldi út í Tinganes eftir hesum góða pappíri: Innan fyri skivuna stóð eitt konufólk, hon var í so stuttum, at tað fjaldi nóg illa skommina. Eg hugsaði við mær sjálvum: ’Tað er nógv broytt í føroyskari fiskivinnu …!’”
Hendan søgan sigur á sín skemtiliga hátt frá einum veruleika, sum hevur verið galdandi í hvussu er síðani fiskimørkini vórðu flutt út á 200 fjórðingar: Landsins myndugleikar – ’staturin’ – hev­ur ræði á øllum fiskatilfeingi, og politiska skipanin býtir út atgongdina til fiskatilfeingi: Ger av, hvør skal sleppa upp í part, hvussu nógv hvør skal hava, við hvørjum treytum, um og í hvønn mun rættindini kunnu umsetast o.s.frv.

Fyritreytin fyri rakstrinum av einum og hvørjum fiskifari eru tvinnar, fyrra er atgongd til fiska­tilfeingi: Eingi fiski­rættindi, eingin íløga. Hin avgerandi fortreytin fyri rakstrinum snýr seg um reglurnar fyri um­setn­ingi av fiski. Líta vit nærri at føroysku fiskivinnuni úr hesum sjónar­horn­um – atgongd til fiskatilfeingi og reglur fyri umsetningi av fiski – so framkemur ein áhugaverd mynd. Tað seinna fyrst.

Marknaðartilknýti
Reglurnar fyri umsetningi av fiski snúgva seg um, hvussu ymisku skipabólkarnir eru tengdir at marknaðinum. Reint handilsligar treytir merkja, at fiskurin verður boðin út á einum marknaði, har keyparar og seljarar eru óheftir, og útboð, herundir góðska, og eftirspurningur avgera prísin. Tað er tó bert í undantaksførum, at veruleikin fylgir bókini, tí í flestu førum spæla ytri viður­skifti inn. Eitt nú kann myndugleikin – við atliti til onnur viðurskifti, t.d. arbeiði uppi á landi – ynskja at stýra rávøruni. Av royndum vita vit, at ov nógv og/ella illa umhugsað stýring kann hava við sær, at marknaðarmekanismurnar viknað so mikið, at onnur viðurskifti enn góðska, útboð og eftirspurningur eru stýrandi. Í hesum ljósi kunna vit siga at føroyski fiskiflotin kann skiftast sundur í tríggjar bólkar.

1. Skipini, sum virka undir reint handilsligum treytum, t.d. flakatrolarar og rækjuskip. Her eru ongar forðingar ella myndugleikaavmarkingar. Góðska, útboð og eftirspurningur avgera prísin.

2. Uppisjóvarskipini, sum er ein kombinatión, ið partvís virka eftir vanligum marknaðartreytum. Fyri makrelin er tó galdandi nú, at hann so ella so skal um føroyskan bryggjukant. Felags fyri henda bólkin er tó, at góðskan á veiðuni er altavgerandi fyri, hvør prísur verður latin, og góðsk­an verður staðfest beinanvegin við landing.

Skerdur marknaður
3. Fyri føroyska feskfiskaflotan eru aðrar treytir galdandi. Flest øll, sum ikki kenna so nógv til fiskivinnuna, ganga helst í teirri trúgv, at marknaðartreytir eru galdandi, t.v.s., at øll feskfiska-veiða skal bjóðast út á Fiskamarknaði Føroya (FMF) og at góðska, útboð og eftir­spurn­ingur stýra prísunum. Men so er ikki!

Stórur partur av veiðuni undan Før­oyum verður ongantíð boðin út á FMF, men verður handlað bein­leiðis millum keyparar og seljarar. Tá ið aktørarnir á landi harumframt hava atgongd til fisk uttanifrá, so er tað í mongum førum ein mettaður marknaður, sum skip og bátar av myndug­leik­unum eru noydd at selja á. Prísurin er eisini hareftir, ikki minst tí tað fyri summar keyparar er líka mikið, um fiskurin er daggamal ella 10 dagar gamal. FMF er ikki ein avger­andi fyritreyt fyri virkseminum hjá nevndu keyparum, men er bert til at taka, eitt ’add on’, og virkar sostatt í stóran bert sum buffari í eini fløktari skip­an.

Sosttat er langt ímillum reglurnar fyri umsetningi av feskfiski í Føroyum og so fyrstu síðu í lærubókini um marknaðarbúskap. At marknaðurin ikki virkar, sæst best aftur í trimum fyri­brigd­um: a) samanborið við líknandi sølur uttanlands, so eru at kalla eingi sveiggj í prísunum frá einum degi til annan b) allur fiskur – daggamal ella 10-14 dagar gamal – verður seldur hvørt um annað og c) eingin prís­munur er at kalla á gomlum og nýggjum fiski.

Ymisk tilskundan
Karmarnir fyri hvønn bólkin sær avgera, hvat loysir seg best, og tískil hvat man skal leggja seg eftir. Við øðrum orðum: Tað stýrir bæði motivatión og atburði. Fyri bólk 1 er eyðgivið, at hann til eina og hvørja tíð tillagar skip, hag­reið­ing og framleiðslu til tað, sum kast­ar mest av sær, annahvørt tað er at leggja loyvir saman, taka nýggja tøkni í brúk ella ann­að. Sama ger seg galdandi fyri bólk 2. Eftirsum góðska er altavgerandi fyri keyp­ar­arnar av fiskinum hjá hesum bólki, so sæst tað eisini aftur í tillagingini, har evnini at hagreiða – herundir at køla veiðuna skjótast gjørligt – hevur hægsta prioritet.

Bólkur 3. Feskfiskaflotin kann ikki skerast yvir ein kamb, tí bólkurin er so ymiskt samansettur við skipa- og veiðuhættum. Treyðugt so, atlit verða tikin til góðskuna, tá ið nýggj skip verða bygd ella keypt í flotan. Tað tykist kortini sum um evnini at veiða hava størsta prioritet. Og hví ikki? Tá ið góðska ikki verður lønt við einum hægri prísi, so kann veiðunøgd leggja upp fyri lágum kilo­prísi.

Tá ið tað verður sagt, at feskfiskaflotin ikki hevur tillagað seg, so er tað ikki rætt. Hann hevur – eins og virkini á landi – júst lagað seg til skipan­ina: Levarar tað, sum skipanin hevur eftirspurt og vil gjalda fyri. Meir og minni skekl­aður úr marknaðarmekanism­unum, so hava allar royndir at fáa meira burturúr verið sum hjá bili at koma burturúr kavaspori: Best sum man er komin uppá ryggin, so glíður man niðuraftur …

Hvør er leiðreglan fyri býtinum?
Makrelmálið er dømi um, at myndugleikin skal býta út rættindi til eitt nýtt tilfeingi, og fyri­sitingin í Fiskimálastýrinum hevur nú smíðað uppskotið til lógarverkið, sum saman við kunn­gerð­ini skal vera grundarlagið fyri makrelfiskiskapinum. Fyrisitingin ger – má man ganga út frá – bert tað, hon verður biðin um. Hinvegin, so er fakkunn­leikin í fyrisitingin trygdin hjá polit­iska myndugleikanum og borgarum fyri, at regulverkið stendur á tryggari grund.

Eingin man vera í iva um at nótaskipini onkursvegna eru í serstøðu, tá ið um makrelbýtið ræður, tí uppisjóvarfiskiskapur er teirra kjarnuvirksemi. Øðrvísi er hjá øllum hinum bólkunum. Tað er tó greitt, at myndugleikin ikki hevur valt at taka útgangsstøðið í javnstøðugrundregluni, tá ið hann hevur skula orðað ásetingarnar. Hvørjar grundreglur, hann so hevur valt at halda seg til, er meira enn ógreitt. Somikið er vist: Bólkabýtið vísir í hvussu er, at myndugleikin ætlar at stýra makrelbýtinum niður í minstu smálutir.

Umframt nótaskipini, so eru seks aðrir bólkar greitt skilmarkaðir, allir við góðum líkindum fyri at gagnnýta ta kvotu, teimum er tillutað, antin hon er stór ella lítil. Seinasti bólkurin er ein skurvblanding av veiðuførum, sum einki hava felags, hvørki tá ið tað kemur til veiðuhátt ella -evni. Tað er hvørjum vitandi greitt, at skipasamanseting, kvotustødd og treytir í hesum bólki fara at hava við sær, at húkaflotin sum bólkur í forhond er krøktur av.

Hvør er visiónin?
Í áravís hevur feskfiskaflotin verið buffari fyri virksemið uppi á landi, tí onkursvegna hevur tjóðarsemja verið um, at tað hevur tænt heildini. Hesin flotin hevur trúliga borið inn á samli­bandið tað, sum framleiðslan á landi hevur eftirspurt, og til tann prís, fram­leiðsl­an hevur orkað at goldið, sjálvt um tað til tíðir hevur tókst órímiligt og heilt høpisleyst at skula fokusera uppá bulk heldur enn business. Seinnu árini eru fortreyt­irn­ar í havinum eisini broyttar munandi til tað verra, og tað hevur havt við sær, at eingin – hvørki skip og bátar ella framleiðlsan á landi – livir bert av tí, sum nú kemur av grunni.

Hesaferð hevur politiski myndugleikin tó – mótsatt støðuni fyrst í 90’unum – verið í teirri hepnu støðu, at samlaða virðið á grunninum ikki minkar, men heldur tvørturímóti, og um rætta polit­iska handalagið hevði verið, so var rásarúm fyri bæði at gera stutt- og langtíðartillaðingar, uttan at nakar misti, samstundis sum grunnarnir og Føroyar vunnu.

Veit ikki um politiski myndugleikin hevur eina heildarvisión fyri fiskivinnuna ella bert er umsitari av nógvum smáum stakvisiónum, sum síðani avspeglar seg í lógum og reglum, sum verða smíðaðar sohvørt – seinast í tí, sum verður lagt fyri tingið hósdagin at taka støðu til.

Feskfiskavinnan hevur agerað buffari fyri politiskt valdar loysnir í áravís. Við tí leisti, sum nú er lagdur, verður Føroyagrunnurin í stóran mun gjørdur til buffara hjá aktørum, sum hava sítt kjarnuvirksemi uttanfyri Føroyar – kanska við ’kinesiskum sáttmálum’ áðrenn langt um líður.

Hvat bleiv av visiónini um heimsins besta fisk úr heimsins reinasta havi?





Argir 09. maj

Óli Jacobsen

Tvey dømi

Spurningurin er, hvussu nógvar pengar, feskfiskaflotin hevur sett til hesi árini, hann ikki hevur verið undir fullum marknaðartreytum Nið­an­fyri eru sett upp tvey dømi um veruligar sølur á FMF (onnur á heysti og hin á vári), sum eru saman­bornar við prísirnar í Hanstholm somu dagar.

Dagf. Nøgd FMF Hanstholm
02.09.11 5.469 kg 120.790 kr. 172.183 kr
10.04.12 8.615 kg 151.029 kr. 327.228 kr