Nú er ein loysn í eygsjón upp á vánaligu parkeringsviðurskiftini við studentaskúlan í Hoydølum.
Tað skilst á landsstýrismanninum í mentamálum.
Kristianna Winther Poulsen, sum hevur havt sæti á tingi fyri Jógvan Skorheim, hevur fregnast eftir, hvussu gongst at loysa trupulleikan.
Hon vísir á, at hóast studentaskúlin er arbeiðspláss hjá næstan 900 næmingum og lærarum hvønn dag, eru bara eini 60 parkeringspláss við skúlan.
Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur fingið eitt uppskot frá rektaranum í Hoydølum um at leggja ein dúk á fløtuna við skúlan og gera parkeringspláss har.
Har kunnu eini 100 parkeringspláss gerast.
Tá skúlin flytir í Marknagil, kann dúkurin takast burtur aftur, so at fløtan verður aftur, sum hon var.
Bjørn Kalsø sigur, at Mentamálaráðið er nú í samskifti við Landsverk um eina loysn og hann vónar at vera komin á mál um ikki so langa tíð.
Annars var ein loysn í eygsjón, men hon varð steðgað, tí økið er friðað soleiðis, at tað ber ikki til at gera nakað uttan í heilt serligum førum.
Tí steðgaðu býráðið og Skógrøkt Landsins teirri ætlanini, men nú verður so roynt við eini aðrari loysn.