Rubio boðar frá stórum broytingum í amerikanska uttanríkisráðnum

Uttanríkisráðharrin kallar sítt egna ráð "uppblást" og "byrokratiskt" og vil hava eina umskipan.

Marco Rubio heldur, at uttanríkisráðið gjøgnum árini er vorðið "uppblást, byrokratiskt og illa ført at røkja sína avgerandi diplomatisku uppgávu í hesi nýggju tíðini við stórari kapping millum vald." (Arkivmynd). - Mynd: Saul Loeb/Reuters

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, boðar frá umskipan av amerikanska uttanríkisráðnum.

Tað stendur í tíðindaskrivi í dag.

Ráðharrin nevnir tað eina "umfatandi umskipanarætlan".

- Økisspesifikkar funktiónir verða raðfestar fyri at økja um virksemið, óneyðugar skrivstovur verða burturbeindar, og ikki-lógarbundnar útbúgvingar, sum ikki eru í samsvari við kjarnuáhugamálini hjá USA, verða ikki longur til, stendur í fráboðanini.

Í februar segði amerikanski forsetin, Donald Trump, at tað fóru at verða gjørdar broytingar í uttanríkistænastuni - tí partinum av statsfyrisitingini, sum umsitur viðurskiftini hjá statinum við aðrar statir.

Amerikansk embætisfólk søgdu í mars, at deildin fyrireikaði seg til at lata næstan eini tíggju konsulát aftur.

Fráboðanin í dag vísir tó ikki, um konsulátini verða stongd. Tað er heldur ikki greitt, um tað verða uppsagnir orsakað av ætlanini - og um so er, hvussu nógvar.

Uttanríkisráðharrin heldur, at ráðið gjøgnum árini er vorðið "uppblást, byrokratiskt og illa ført at røkja sína avgerandi diplomatisku uppgávu í hesi nýggju tíðini við stórari kapping millum vald".

Rubio er eisini tann, sum umsitur USAID, sum er stovnurin hjá USA fyri menningarhjálp og heimsins størsti einstaki gevari.

Her hevur Trump-stjórnin avgjørt at steðga meginpartinum av menningarætlanunum.

The New York Times hevði frammanundan fingið innlit í eitt uppskot til forsetakunngerð og skrivaði, at stórar broytingar vóru ávegis í ráðnum.

Við X noktaði Rubio søguni tá.

- Hetta eru følsk tíðindi. New York Times er enn einaferð vorðið offur fyri einum sviki.

 

Ritzau/Reuters

 

Marco Rubio heldur, at uttanríkisráðið gjøgnum árini er vorðið "uppblást, byrokratiskt og illa ført at røkja sína avgerandi diplomatisku uppgávu í hesi nýggju tíðini við stórari kapping millum vald." (Arkivmynd). - Mynd: Saul Loeb/Reuters