Rudda Føroyar tjóvstarta á Skipanesi í heyst

- Rudda Føroyar fara at rudda á Skipanesi hin 21. august, vita tey í Runavíkar kommunu at siga í dag.

 

Árligi ruddingardagurin, sum áhugafelagsskapurin Rudda Føroyar skipar fyri, verður 16. september.

 

Síðan Rudda Føroyar varð stovnað í 2018 og fór undir at skipa fyri ruddingum, eru umleið 100 tons av burturkasti tikin upp úr náttúruni.

 

Á hvørjum ári í september fara soleiðis eini 1.500 fólk út í føroysku náttúruna at rudda. 

 

Í ár verður tó tjóvstartað á Skipanesi mánadagin hin 21. august, har ruddað verður frá klokkan 10-14.

 

- Rudda Føroyar hevur gestir úr Noregi, sum koma at frætta um viðurskifti við burturkasti, dálking, endurnýtslu, burðardygd og tílíkum.

 

Við heimasíðuna hjá Runavíkar kommunu í dag siga Rudda Føroyar, at fólk er hjartaliga vælkomin at rudda saman við nevndarlimum í Rudda Føroyar og útlendsku gestunum.

 

Yvirskipaða endamálið við verkætlanini, Rudda Føroyar, er at fáa ein reinan og sunnan ruskleysan heim.

 

- Meira ítøkiliga skulu so nógvir føroyingar sum gjørligt fáast til at taka lut í altjóða ruddingardegnum, sum fer fram samstundis í nógvum av heimsins londum, verður lagt aftrat.

 

Í 2022 luttóku 60 miljónir sjálvboðin úr 191 londum, og 303.000 túsund tons av ruski vórðu savnað.