Á hesum javndøgursdegi, hósdagin 21 mars verður lærarin Rudolf Joensen trýss ár. Vit hava kenst, síðani hann var hálvvaksin smádrongur. Tá var hann næmingur hjá mær í Klakksvíkar skúla.
Nógv ár seinni hittust vit aftur í Havn, har hann var í musiskum ørindum fyri Klakksvíkar sjónleikarafelag, sum hann stríddist nógv fyri. Hann var mynstraður vid ymsum fiskiskipum úr Klakksvík, men í frítíðini fekst hann við sjónleik og skemt. Hann var longu tá blivin ein kendur skemtari í Klakksvík.
Uppaftur seinni, t.e. tíðliga í 90´unum sóust vit aftur í Kjøpinhavn, har hann skjótt bleiv engageraður og trúgvur gestur í Føroyahúsinum á Vestaru brúgv, meðan hann las á RUC í nøkur ár.
Hann hevði fjøllbroytt dramatiskt talent og undirhelt ofta við bæði revy-tiltøkum og tónleiki í Føroyingafelag hesi árini. Hann luttók eisini í kappróðri á regatta í Ishøj, har hann róði við tí legendariska prestbátinum hjá Petur Andrew Petersen.
Miðskeiðis í 90´unum fór hann heimaftur til Føroya og fór at lesa til lærara í Havn. Heimafturkomin til Føroya gjørdist hann skjótt landskendur við ymsum undirhaldi og spurnar-kappingum, ikki minst við Gekkinum.
Í dag er hann lærari í Kaldbak og hevur búsett seg á Boðanesi í Havn. Men hann vitjar ofta og trúliga okkum útisetar og dámar væl at ferðast henda vegin. Men hvørja ferð, hann er í Kjøpinhavn tekur hann ein kontinentalan túr eisini, antin til Týsklands ella Frankaríkis.
At liva er at ferðast
M.a. hava vit báðir ferðast til Berlin, Paris. Vit hava eisini verið í Harzen . Vit hava verið í tí týskt/danska grensulandinum og vitja Slesvig og Danevirke. Í fjør var Rudolf saman við sløkum fjøruti útisetum og heimaføroyingum niðri við Rinánna, har vit búðu í Rüdesheim. Bólkurin ferðaðist líka frá Mainz yvir Lorelei-økið til Køln. Rudolf kallar skemtiliga slíkar túrar fyri kontinentalar dannilsisferðir. Honum dámar væl tað europeiska meginlandið, sum hugtekur hann, bæði við natúru og kulturi. Hann hevur stóran áhuga fyri søgu og arkitekturi og trívist tí sera væl í gomlum romantiskum týskum og fronskum býum frá miðøldini. Honum dámdi so væl í Rüdesheim, at hann helt fyri, at hann kundi gott hugsað sær at blivið har niðri eina tíð. Við sínum fryntliga og skemtingarsama lyndi er hann ein hollur ferðafelagi hjá hinum luttakarunum.
Í búnum aldri fingu Maibritt Johansen, ættað av Strondum og Rudolf ein son, sum heilt kuriøst er navnabróðir hjá mær. Sonurin er nýliga blivin myndugur. Við hesum fáu reglum ynski eg einum av okkara mætu musisku og intellektuellu lærarum tillukku við sínum trimum sneisum! Hvør veit, kanska hittast vit aftur á tí europeiska meginlandinum í summar!
------
Virgar T. Dalsgaard