Ruðuleikin á skúlanum í Vestmanna bara versnar

Støðan var ring, men nú er hon verri

Tíðliga í summar skrivaðu 18 av 23 lærarum í Vestmanna undir eitt skriv til mentamálaráðið um vánaligu leiðsluna á skúlan, tí tey søgdu, at leiðslan var so vánalig. Skrivið var eitt neyðarróp, tí tey høvdu brúk fyri einum bjargingarbelti, sum tey søgdu.

 

Sí meiri um tað her: Alt siglur í Vestmanna Skúla

 

Men var støðan ring, er hon upp aftur verri nú, tí Kvf segði í gjár, at varaskúlastjórin hevur skriv um, at hon skal sigast úr starvi. Men í dag veit Kvf eisini at siga, at skúlastjórin er sjúkameldaður í tvær vikur, so nú er eingin leiðsla á skúlanum yvirhøvur.

 

Sostatt er ein fulltrúi í Mentamálaráðnum settur at vera skúlastjóri, og fyrsta uppgávan hjá honum verður at fáa lagt eina tímatalvu, tí nú skúlarnir byrja aftur í morgin, er heldur eingin tímatalva løgd.

 

Samstundis sigur KvF eisini, at Lærarafelagið átalar Undirvísingarstýrið fyri at tey ikki hava vent sær til lærararnar fyri at hoyra teirra útgávu av ósemjuni.