Tað neit meint hjá sosialdemokratunum, at teir mistu borgarstjórasessin í Århus á valinum fyri fýra árum síðani, tí býurin hevði verið ein av háborgum floksins í mong Harrans ár við oddamonnum sum Thorkild Simonsen, borgarstjóra og Svend Auken, fólkatingsmanni.
Men fyrradagin eydnaðist tað at vinna borgarstjórasessin í landsins næststørsta býi aftur. Við oddavalevninum Nicolai Wammen og stuðuli frá SF og Einmdarlistanum eiga Sosialdemokratarnir aftur borgarstjóran í Århus.
Í Aalborg eydnaðist tað sum væntað flokkinum at varðveita borgarstjóran, Henning G. Jensen.
Harafturímóti mistu Sosialdemokratarnir valdið í Odense. Úrslitið har var, at tað stóð á jøvnum ímillum vinstravongin og teir borgarligu, og at tann einsamalli radikali býráðslimurin sum væntað gjørdust tungan á vágskálini. Og tá hann so valdi at styðja tann konservativa Jan Boye, og tí noyðist sosialdemokraturin Anker Boye at taka borgarstjóraketuna av sær.
Umframt í Keypmannahavn, Århus og Aalborg eiga Sosialdemokratarnir borgarstjóran í fleiri øðrum stórum býum so sum Kolding, Hosens, Vejle, Roskilde og Næstved.