Rumenskur HM-vinnari í 1970 og 1974: Vit taptu fyri nøkrum børnum

Ștefan Birtalan, ið vann HM í hondbólti við Rumenia í 1970 og í 1974 er skelkaður av, at nøkur føroysk "børn" vunnu á Rumenia

Millum fremstu rumensku hondbóltsleikararnar nakrantíð er 74 ára gamli Ștefan Birtalan, ið vann HM-gull við Rumenia í 1970 og í 1974, OL-silvur í 1976, og OL-bronsu í 1972 og í 1980.

 

Fyrrverandi rumenski stórleikarin er skelkaður av rumenska 26-28 tapinum fyri Føroyum á útivølli í høllini á Hálsi.

 

Við stóra rumenska ítróttarmiðilin, sport.ru staðfestir Ștefan Birtalan, at talan var um eina tjóðskaparliga skomm, at Rumenia tapti fyri Føroyum: - Eg skammaðist, eg var óður, og tað gera mínir gomlu liðfelagar eisini. Hvussu hevði eg ikki kunnað skammast um eg hevði tapt fyri nøkrum børnum. 

 

Um føroyska liðið sigur Ștefan Birtalan: - Tað eru nøkur børn sum vinna á okkum. Føroyingarnir duga betri at spæla hondbólt enn vit, sigur ein skelkaður Ștefan Birtalan.

 

Víðari sigur ein skelkaður Ștefan Birtalan: - At slíkt skal kunna lata seg gera. Um Frakland vinnur á okkum við 20 málum, so sigi eg ikki nakað, so tigi eg, tað órógvar meg ikki. Men tá nøkur børn vinna á okkum, men hesi børnini eru væl vand, og duga betri og meira hondbólt enn Humet og Kuduz. Teir báðir blivu tiknir út til landsliðið sum týðandi leikarar, men teir spældu bara í 10 minuttir, og tað var í byrjanini av seinna hálvleiki, tá vit megnaðu at koma upp á javnleik. Ta løtuna prógvaðu vit, at Føroyar eru ikki eitt prangandi lið. Kortini duga teir betri at spæla hondbólt enn vit. Teir hava 20 ára gamlar leikarar sum spæla í Danmark, og sum fara at spæla í Týsklandi, har okkara leikarar ikki sleppa at spæla. Segði ein hugtungur Ștefan Birtalan við sport.ru. 

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum Rumenia-Føroyar. Byrjað verður at senda klokkan 14. Sjálvur dysturin byrjar klokkan 15.