Runavíkar Havn byggir út

Norðan fyri havnarlagið á Høgabóli verður eitt 8.000 fermetra stórt bingjupláss planerað. Umframt fáast 100 metrar av atløguplássi við 12 metra dýpiv

Edvard Joensen


Runavíkar Kommuna fyrireikar útbygging av havnarlagnum fyri einar 12 - 15 milliónir krónur. Miðað verður í móti at byrja í hesum árinum, og at útbyggingin er liðug um tvey ár.

8.000 fermetrar av bingjuplássi og 100 metrar av atløgubryggju verður úrslitið av seinastu útbyggingarætlanini í fjøruni norðan fyri verandi havnarlag.


Ov trongt

Í Runavík ásanna teir, at tað er vorðið ov trongt á havnarlagnum. Tað ger so aftur, at møguleikarnir fyri nýggjum vinnum í kommununi verða avmarkaðir. Og tað má ikki henda.

Tí hevur Runavíkar Kommuna á býráðsfundi týskvøldið samtykt at fara undir at fyrireika eina útbygging, sum skal gera havnina føra fyri at fylgja við tíðini.

Jákup Lamhauge, býráðsformaður, sigur, at Kommunan er í teirri støðu, at plássið uppi á landi er uppi. So er bara ein vegur, og tað er at fara út á sjógv.

Økið norðan fyri verandi havnarlag - undir Posthúsinum - er væl egnað, sigur Jákup Lamhauge. Har er ikki so djúpt, so til ber at fáa vítt øki fylt upp skjótt.

Tó eru góðir møguleikar fyri atløgubryggju, tá farið verður eitt sindur út á fjørðin.

Eisini er økið soleiðis, at til ber at halda fram við meiri útbygging seinni.

Jákup Lamhauge, býráðsformaður sigur, at Kommunan ikki sjálv fer at gera útfyllingararbeiðið. Tað verður boðið út.


Broyttur flutningur

Runavíkar Havn hevur fyrr verið høvuðshavnin í Eysturoynni. Og tað vilja runavíkingar fegnir, at hon eisini skal vera í framtíðini. Tí verður nógv gjørt fyri at hava so góðar umstøður sum gjørligt.

Men flutningshættirnir eru broyttir munandi seinastu 10 árini. Nú verður alt flutt í bingjum, og mesta av flutninginum fer um Tórshavnar Havn.

Fyrr sigldu fleiri smærri skip, sum eisini komu til Runavíkar. Men soleiðis er ikki meira. Smyril Line kemur bara til Havnar, umframt at Eismskip ger onkran túr á Klaksvíkina eisini. So alt, sum útflutt verður úr Runavík við ørðum enn Skipafelagnum, noyðist til Havnar.

»Og tað er ikki so lítið, sum verður flutt hiðani,« sigur býráðsformaðurin.

Hann vísir á, at umleið helvtin av øllum fiski, sm kemur upp á land í Føroyum, kemur upp í Eysturoynni. Og ein heilt stórur partur við ytra part av Skálafirði. Runavík og Toftum.

»So Kommunan vil gera sítt til, at umstøðurnar her skulu verða so góðar, sum gjørligt,« sigur Jákup Lamhauge, býráðsformaður í Runavík.

Men tað er ikki tí, sigur Jákup Lamhauge. Runavíkar Havn hevur bæði nógv atløgupláss og eisini »ro-ro rampu«, so fyri tað kundu øll farmaskipini, sum koma til Føroyar, komið til Runavíkar.

Býráðsformaðurin óttast heldur ikki fyri, at teir fara at brenna seg av hesi útbyggingini.

»Alt, sum gjørt hevur verið á havnarlagnum her, er tikið í brúk beinanvegin, tað hevur verið liðugt,« sigur Jakup Lamhauge.


Prioritering

Jákup Lamhauge, býráðsformaður, er ikki bangin fyri, at hesar milliónirnar, brúkast skulu til havnarútbygging, fara at mangla í aðrastaðni. Hann sigur, at Kommunan hevur valt at prioritera havnarútbyggingina út frá teirri sannroynd, at ein slík útbygging fer at skapa aðrar vinnumøguleikar.

»Plássið fór fyrst rættiliga at vaksa, tá vit fingu havn,« sigur hann.


Aðrar ætlanir

Men eisini annað enn havnarbygging er at gera í Runavíkar Kommunu.

Í sama bygningi, sum Posthúsið er, er eisini barnagarður. Roknast kann við, at tá nú hendan stóra útbyggingin fer í gongd beint niðanfyri, verður í so ófriðaligt hjá teimum smáu.

Men býráðsformaðurin sigur, at arbeitt verður við at fáa flutt barnagarðin í betri høli.

Av øðrum arbeiðum, Kommunan hevur, er Leitisbrekkan, sum bøtast skal um, eins og omankoyringin til havnarlagi á Bakka skal gerast liðugt.

Ein annað, sum liggur frammalaga, sigur Jákup Lamhauge, býráðsformaður, er at bøta um ferðslutrygdina á Glyvrum.

Parkeringsplássini við Missiónshúsið liggja í niðaru vegsíðu, soleiðis, at fólk, sum skulu brúka bygningarnar í grannalagnum, noyðast yvir um vegin, eftir at hava parkerað.

Og av tí, at hetta er ein vegur við rættiliga nógvari ferðslu, er hetta ikki heilt vandaleyst.

Tí fer Runaríkar Kommuna nú at flyta »vegbanan« soleiðis, at koyrt verður í niðara borði, og øll parkeringsplássini verða eystaru megin vegin.

Tað eru bert smávegis tiltøk, sum skulu til, sigur Jákup Lamhauge. Í grundini bara ein strika, sum verður flutt, og ein lítil justering við hvønn endan á parkeringsplássinum.