Runavíkar kommuna ger enska heimasíðu til nýggjar borgarar

Runavíkar kommuna hevur latið upp eina nýggja ensksprákiga heimasíðu, sum skal gera tað lættari hjá nýggjum borgarum at finna seg til rættis í kommununi.

Heimasíðan, newinrunavik.fo, er serliga ætlað fólki, sum eru flutt til kommununa úr øðrum londum, men kann eisini vera hent hjá øðrum, sum vilja hava eitt yvirlit yvir tænastur og gerandislívið í kommununi.

 

Á síðuni ber til at finna kunning um kommunalar tænastur, praktisk viðurskifti og møguleikar í nærumhvørvinum.

 

Sambært Runavíkar kommunu er endamálið at geva nýggjum borgarum eina góða móttøku og gera tað lættari hjá teimum at kenna seg heima og gerast partur av lokalsamfelagnum.

 

Kommunan vónar eisini, at síðan verður eitt hent amboð hjá arbeiðsplássum, felagsskapum og øðrum, sum hava samband við fólk, ið nýliga eru flutt til kommununa.

 

Nýggja heimasíðan kann vitjast á newinrunavik.fo.