Føroyska ferðalagið, sum um vikuskiftið verður í Keypmannahavn á fótbóltsferð, fær fríggjadagin møguleika at síggja heimavøllin hjá Toda og teimum innan ífrá at kalla.
Tá verður nevnliga skipað fyri rundferð Parkini, og umframt eina guide frá FCK, fer Todi Jónsson eisini sjálvur at greiða frá og sýna fram, hvussu umstøðurnar hjá leikarunum í kanska fremsta fótbóltsfelagnum í Danmark eru.
Rundferðin í Parkini er liður í fótbóltsferðini, sum Atlantic Airways og Sosialurin í felag hava skipað fyri, og sum eftir øllum at døma hevur fingið sera góða undirtøku millum manna. Ferðin er nevliga útseld, og verða flogførini hjá føroyska flogfelagnum fullfermd bæði miku- og hósdagin til tess at flyta teir 90 áskoðararnar, sum høvdu møguleika at ogna sær ferðaseðil og atgongumerki til dystin.
Sambært tíðarætlanini byrjar rundferðin kl. 15.15 fríggjadagin, og verða tey, sum ætla sær við á hesa, biðin um at møta í góðari tíð á Sportscaféini hjá FCK. Hendan er at finna á suðursíðuni á Parkini, undir sonevndu Carlsberg-tribununi.