Í longri tíð hevur arbeitt verið við at gera nýggja rundkoyring á Landavegnum, og áðrenn november mánaður er liðin, verður rundkoyringin klár at nýta.
Rundkoyringin skal binda Landavegin, Heygsvegin og Íslandsvegin saman og er sama slag sum rundkoyringin á Sundsvegnum við Berjabrekku.
Tórshavnar kommuna fegnast um, at dagføringin av Kinabrekkuni nú næstan er komin á mál, samstundis sum kommunan ásannar, at stóra arbeiðið hevur verið ein stór avbjóðing fyri grannar, bussleið, arbeiðstakaran og tey ferðandi á økinum.
- At tað hevur borið til at betra um ferðslutrygdina her, hevur ómetaliga stóran týdning fyri tey, ið her ferðast, ikki minst fyri skúlabørnini til og frá Skúlanum á Fløtum, sum eftir ætlan letur upp letur upp í 2020. Hesi fáa eina munandi tryggari skúlaleið, sigur Jákup Dam, formaður í teknisku nevnd í Tórshavnar kommunu.
Heini Eysturoy, býarverkfrøðingur, vísir á, at talan helst er um størstu dagføring av vegum og leiðingum í kommununi í nýggjari tíð.
- Seinasta stóra dagføringin var av Jóannesar Paturssonar gøtu, tó uttan fjarhita. So hóast fólk hava ótolnast, so mugu vit staðfesta, at ferðslutrýstið er ovurstórt - og neyðugt er at halda og dagføra vegir og leiðingar.
- Vit arbeiða støðugt vit at betra um kunningina, sum altíð kann vera betur. Tó so at grannarnir hava verið væl kunnaðir. Ein onnur orsøk til, at arbeiðið gjørdist drúgvari var, at Bussleiðin skuldi koyra so gott sum alla tíðina, meðan arbeitt varð, sigur Heini Eysturoy, býarverkfrøðingur.