Teinurin
Byrjað verður við skúlan á Toftum. Runnið verður úteftir gjøgnum Tofta bygd, niðan Heygarnar, út á Nes og niðan á Agnið. Runnið verður so oman móti Runavíkini, út gjøgnum Saltnes og á mál á Tofta kei.
Bestu tíð, menn vita um, 35,48 min., rann Niels Jákup Jakobsen í 1990. Í fjør vann A. Marni Joensen við tíðini 36,42 min.
Við í Daewoo kappingini
Kappingin Runt Agnið er samstundis triðja og næstseinasta umfar av Daewoo Marathon Cup. Favorittar at vinna kappingina leygardagin eru Guttorm Sørensen og Rigmor N. Joensen, ið eisini liggja á odda samanlagt. Guttorm Sørensen hevur higartil nýtt 1.32,59 tím. at renna teir fyrstu 26,1 km av Marathon kappingini. Honum á baki er Signar Røsvik, ið bert er 9 sek. aftanfyri, meðan Cecil Weihe er 6,17 min aftanfyri Signar.
Bert tvær kvinnur luttaka í samlaðu kappingini. Rigmor N. Joensen hevur undan kappingini tíðina 1.45,10 tím., meðan Bryndis Weihe hevur tíðina 2.30,44 tím.
Kappingin leygardagin byrjar kl. 12.05, og tilmelding er við skúlan á Toftum hálvan tíma fyri kappingina.