Ørur sangleikur á pall

Komandi vikuskifti fara nakrar av bestu sjónleikarakreftunum í landinum at royna seg í øra sangleikinum Í Geyma


 


Tað verður ein sera øðrvísi sangleikur, nakrir av okkara royndastu sjónleikararum fara á pall við komandi vikuskifti í Norðurlandahúsinum

Óvanliga livandi sangleikurin Í Geyma er fyri øll í aldrinum 4 til 104 ár og byggir hann á barnabókina hjá Dánjali Hoydal 


Frá bók til sangleik

Stutt eftir at bókin kom út í 2002 fekk Tjóðpallur Føroya hugskotið at gera hana til leik. Saman við kenda íslendska leikstjóranum Ágústu Skúladóttir hevur Dánial Hoydal síðani umskrivað leikin til sangleik, tí orðaspælið í bókini leggur upp til sangir og tónleik. Kim Hansen játtaði at gera tónleikin og fer saman við Magnus Johannesen og Brandi Jacobsen at framføra hann á palli saman við sjónleikarunum.

Tað verður ein sera øðrvísi sýning, tí Agústa Skúladóttir er von at gera sera livandi framførslur, har klóvnakeipur og skemt eru berandi innihald. Royndi leikarahópurin, sum fevnir um kendar sjónleikarar sum Hans Tórgarð, Biritu Mohr, Riu Tórgarð, Gunnvu Zachariassen, Riu Tórgarð, Petur Meinhard E. Andersen , Rakul Thomsen og Gutta Winther sleppur tí av álvara at royna seg við øru keipunum hjá løgnu skapningunum úr Geyma.

Handan pallin hevur Ágústa Skúladóttir tvær aðrar royndar kreftir úr Íslandi, pall sniðgevan Guðrun Øyahals og búna sniðgevan Katrin Þórvaldsdóttir, umframt ljóssnigevan Árna Baldvinsson. Leikurin er ein stór verkætlan fyri Tjóðpall Føroya og verður samstundis fyrsta framførsla í nýggju Athøllini hjá Norðurlandahúsinum.





Í Geyma - Sýningar: 


Fríggjadagin 7. nov. 2008 kl. 19.00 útselt

Leygardagin 8. nov. 2008 kl. 15.00

Sunnudagin 9. nov. 2008 kl. 15.00

Týsdagin 11. nov. 2008 kl. 19.00

Mikudagin 12. nov. 2008 kl. 19.00

Hósdagin 13. nov. 2008 kl. 19.00

Fríggjadagin 14. nov. 2008 kl. 19.00

Leygardagin 15. nov. 2008 kl. 15.00