Tað siga lokalu myndugleikarnar í landinum.
- Tvey fólk eru dripin og 16 eru særd í álopum á ukrainska býin, Zaporizjzja, skrivar guvernørurin í økinum, Ivan Fedorov, á Telegram.
Guvernørurin hevur lagt út myndir, sum vísa ein bygning, har eldur er í, og har partar av bygninginum er rapaðar.
Í Kharkiv-regiónini, sum hevur mark til Russlands og sum javnan verður álopin av russum, vórðu tvey fólk dripin og átta særd í russiskum rakettálopi á býin, Zmiiv.
Tað sigur guvernørurin í økimum, Oleh Synjehubov.
Av teimum, sum lótu lív í Í Kharkiv-regónini, var eitt løgreglufólk, sum royndi at hjálpa sivilum burtur úr økinum.
Í ukrainsku Sumy-regiónini, sum eisini hevur mark til Russlands, læt ein eldri kvinna lív, tá hon varð rakt í russiskum álopi í økinum.










