Smyril hevur tekniskar trupulleikar

Í løtuni siglir Smyril við trimum motorum. Hetta kemur at hava seinkingar við sær í dag, skrivar Strandferðslan.

Sambært Kringvarpinum verður túrurin úr Havn klokkan 16 seinnapartin møguliga ikki sigldur orsakað av umvælingararbeiði.

Strandferðslan sigur, at meira kunning kemur seinni.