Kharkiv er næst størsti býur í Ukraina. Býurin liggur lutfalsliga nær russiska markinum. Myndin úr Kharkiv hevur einki við russisku álopini í kvøld at gera. Hon er frá øðrum russiskum álopum á býin.

Russar leypa á Kharkiv - ukrainar leypa á Belgorod

Næst størsti býurin í Ukraina, Kharkiv, liggur lutfalsliga nær russiska markinum, og russiski býurin, Belgorod, liggur lutfalsliga nær ukrainska markinum.

Kharkiv er næst størsti býur í Ukraina. Býurin liggur lutfalsliga nær russiska markinum. Myndin úr Kharkiv hevur einki við russisku álopini í kvøld at gera. Hon er frá øðrum russiskum álopum á býin.

Í kvøld skriva útlendskir miðlar, at næst størsti býurin í Ukraina, Kharkiv, er undir russiskum rakettálopum.

 

Tað sigur borgarstjórin í býnum, Ihor Terekhov, á boðtænastuni, Telegram, og tað er tíðindastovan, Reuters, sum endurgevur.

Sagt verður, at spreingingar hava verið í býnum í kvøld.

 

- Kharkiv er aftur undir russiskum álopum. Fyribils sær út til, at tað eru sentral øki, sum lopið verður á, sigur borgarstjórin.

 

Fráboðaninar hjá borgarstjóranum á Telegram í kvøld eru fyribils ikki váttaðar av óheftum keldum.

 

Men, samstundis sum russar leypa á Kharkiv, sigur guvernørurin í Belgorod-regiónini í Russland, at ukrainar leypa á syðra part av Belgorod.

 

- Russiskar loftverjustøðir hava forðað fyri trimum loftálopum í Belgorod. Streymveitingin hevur fingið nakað av skaða, men her er eingin fólkaskaði.

 

Tað sigur guvernørurin í russisku Belgorod-regiónini, Vyacheslav Gladkov, á boðtænastuni, Telegram.

 

Tíðindini um álopini á Belgorod í kvøld eru heldur ikki váttað at óheftum keldum. 

 

##med2##

 

 

 

Kharkiv er næst størsti býur í Ukraina. Býurin liggur lutfalsliga nær russiska markinum. Myndin úr Kharkiv hevur einki við russisku álopini í kvøld at gera. Hon er frá øðrum russiskum álopum á býin.

Her fæst ein ávís mynd av, hvar býirnir, Kharkiv og Belgorod, liggja.