Russar missa fleiri herfólk enn Putin kallar inn

Í desember lótu 33.200 russiskir hermenn lív á hermótinum í Ukraina, og í januar var talið 30.618

Russiski herurin missur fleiri herfólk í Ukraina, enn Russland megnar at kalla inn til hertænastu.

 

Tað skrivar The Kyiv Independent, sum vísir til ukrainskar myndugleikar, og tað er Verdens Gang, sum endurgevur.

 

Robert Brovdi, eisini róptur "Magyar", sum er ein av ukrainsku herleiðarunum, sigur, at Russland kallaði inn 22.000 herfólk í januar, men missurin av herfólki í sama mánaði var 30.618. 

 

Fyri januar merkir tað tískil, at talið av russiskum herfólki í Ukraina minkaði við 8.618.

 

Í desember var støðan ikki ólík henni í januar. Tá kallaðu myndugleikarnir í Russlandi 27.400 herfólk inn, og talið av dripnum russum í sama mánaði var 33.200.

 

Robert Brovdi er ovasti fyri einari ukrainskari fregnartænastu- og dronudeild, sum er vorðin lykilin móti russisku hersetingini.

 

Í 2025 varð hann heiðraður við Hero of Ukraina-medaljuni frá forseta landsins, Volodymyr Zelenskyj, og hetta er størsti heiður, tú kanst veita í hernaðarligum høpi í Ukraina. 

 

The Kyiv Independent hevur ikki prógvað tølini yvir falnar russiskar hermenn, men Civita-ráðgevin og norðmaðurin, Eirik Løkke, heldur, at tølini saktans kunnu vera røtt.

 

- Tað finnast eisini aðrar keldur, sum siga tað sama, sigur hann við Verdens Gang.

 

##med2##

 

Eirik Løkke sigur, at báðir partar í krígnum missa nógv herfólk, men hann heldur eisini, at russiski herurin í løtuni er í einari  sárari støðu á hermótinum í Ukraina.

 

- Russland er áleypandi parturin, sum roynir at vinna fram á hermótinum, og tá soleiðis er, noyðist tú at rinda ein høgan prís í falnum herfólki.

 

Men, hvussu leingi fara russar at megna at halda út, um gongdin verður hin sama sum nú?

 

- Tað er trupult at siga, men um russiski forsetin trýstir á stóra "knøttin" og setir í verk fulla innkalling, hava russar helst eini tvey gear eftir, sum Eirik Løkke tekur til.

 

Í samrøðu við Verdens Gang leggur hann tó aftrat, at russiski herurin er troyttur, soleiðis sum støðan er á hermótinum í Ukraina í løtuni.

 

Robert Brovdi er ovasti fyri ukrainskari fregnartænastu- og dronudeild