Russar skakaðu Kyiv

Ukrainar svara eisini aftur, og borgarstjórin í Moskva, Sergej Sobjanin, sigur, at Ukraina hevur skotið 250 dronur móti russiska høvuðsstaðnum seinastu dagarnar

Russar hava sent óteljandi dronur og rakettir eftir ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv og øðrum ukrainskum býum, hesi seinastu fýra árini, síðan Russland leyp á grannalandið. 

 

Flestu álopini hava verið um næturnar, men í morgun varð lopið á í fullum dagsljósi, meðan fólk vóru á veg til arbeiðis og í skúla.

 

Loftávaring var í Kyiv klokkan 08.26 í morgun, lokala tíð, og bert 20 minuttir seinni kom álopið, veit Kyiv Independent at siga.

 

Harðar spreingingar vóru at hoyra á luftini, tá ukrainska loftverjan steðgaði einari røð av russiskum dronum og rakettum.

 

Tíðindafólk hjá AFP siga, at ljóshav og roykskýggj vóru at síggja á himmalhválvinum, samstundis sum borgarar í høvuðsstaðnum royndu at søkja sær skjól.

 

Stutt fyri klokkan 10, lokala tíð, var russiska álopið av.

 

Borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko, sigur, at vrakleivdir av dronum duttu niður yvir tvey økir í býnum, men einki er frætt um, at nakar hevur latið lív í álopinum.

 

Russar hava eisini lopið á næst størsta býin í Ukraina, Kharkiv, í landnyrðingspartinum av landinum, og sambært borgarstjóranum í býnum er ein persónur løstaður.

 

Álopið hevur serliga rakt undirstøðukervið í Kharkiv.

 

Men, ukrainar svara eisini aftur og borgarstjórin í Moskva, Sergej Sobjanin, sigur, at Ukraina seinastu dagarnar hevur skotið 250 dronur móti russiska høvuðsstaðnum.

 

Í einum boðum á Telegram skrivar borgarstjórin, at russiska loftverjan gjørdi eitt gott arbeiði við at skjóta ukrainsku dronurnar niður.

 

Hesi tíðindi eru tó ikki váttað av óheftum keldum.