Russar verða trýstir aftur í Kharkiv-økinum

Ukrainskar herdeildir eru nú minni enn 10 kilometrar frá russiska markinum við næst størsta býin í Ukraina, Kharkiv.

Sambært útlendskum miðlum í dag gongur væl hjá ukrainska herinum at trýsta russisku herdeildirnar aftur, sum hava nærkast næst størsta býi landsins, Kharkiv.

 

Kharkiv hevur verið fyri støðugum russiskum álopum í nógvar vikur, men tað hevur ongantíð eydnast russisku deildunum at taka býin. 

 

- Ukrainsku mótálopini uttan fyri Kharkiv halda fram, og sambært ukrainska herinum hevur tað eydnast at taka fleiri bygdir í økinum aftur frá russiska herinum.

 

Tankasmiðjan, Institute for the Study of War, stytt ISW, sigur, at tað hevur ikki eydnast teimum at staðfesta tíðindini hjá russisku tíðindastovuni, Readovka.

 

Tíðindastovan hevur nevniliga sagt, at ukrainskar herdeildir nú eru minni enn 10 kilometrar frá russiska markinum.

 

So er spurningurin, um ukrainska framgongdin í økinum fer at halda fram, og um hetta møguliga fer at órógva russisku álopini har suðuri í Ukraina.

 

Reuters skrivar, at ukrainskar herdeildir nú royna at trýsta seg inn aftan fyri herdeildirnar, sum stríðast niðri við býin, Izium, og her royna ukrainar at steðga russisku veitingunum.

 

Palle Ydstebø, sum er norskur oberstloytnantur við Krígsskúlan, hevur eisini víst á, at um ukrainskar deildir megna at koma heilt til býin, Kupiansk, kunnu deildirnar hótta russisku veitingarnar til býin, Izium.

 

Í gjár segði russiska verjumálaráðið, at teirra herdeildir høvdu havt frambrot við býin, Popasna, sum teir fingu fult ræði á farna vikuskiftið.

 

New York Times veit í dag at siga, at russiski herurin nú nærkast sínum málum í Donbas-regiónini, men her vísa aðrir útlendskir miðlar á, at Donbas er stórt.

 

Í dag hava miðlar eisini víst á, at Hvítarussland hevur sent serdeildir til økir nær markinum til Ukraina, tí landið heldur, at her er ein hóttan ávegis frá USA og Nato, sum tikið verður til.

 

##med2##