Russarar aftur í Vági

Frystigoymslan í Vági hevur gjørt avtalur við russarar um at goyma fisk

Arbeiði

Vágur: Nú er líkt til at tað aftur verður meiri at gera í sambandi við frystigoymsluna í Vági.
Har hevur annars lítið verið at gjørt seinastu tíðina. Fyrrverandi Heygadrangur, sum legði nógv upp í Vági, varð seldur til Íslands og síðani hevur verið meiri deydligt.
Men nú hevur Johan Dahl gjørt avtalu við russiska útgerðarfelagið Murmansk Trawlfleet um at goyma fisk fyri teir.
? Tað hevur verið striltið at fáa gongd á aftur, men nú bendir á, at tað hevur eydnast, sigur hann.
Hann sigur, at avtalan við russarar er fyribils í iett hálvt ár, men so skal hon endurskoðast á nýggjárunum.
Í júst nú er ein russari í Vági við 3000 tonsum av svartkjafti á frystigoymsluna.
Johan Dahl sigur, at innan ein mánað, er aftur ein russari væntandi á Vág við eini last av kongafiski.
Hann sigur, at verkfallið gjørdi, at teir mistu 4.000 tons av russkiskum fiski, sum russarnir ístaðin fluttu heim.
?Hevði tað ikki verið, var frystigoymslan full nú, sigur Johan Dahl.
Hann væntar, at russisku skipini fara at geva minst líka nógv arbeiði á frystigoymsluni sum var frammanundan, men tað er ilt at siga enn.