Russarar í Føroyum fingu eisini síni jól

Seinnapartin leygardagin var skipað fyri jólahaldi fyri russiskum sjómonnum í Ebenezer í Havn. Ein kann kanska siga, at hetta var bæði seinkað og framskundað jólahald, tí russisku, ortodosku, jólini eru ikki fyrr enn ein vika er farin av januar

Góð fólk í Ebenezer fingu longu í november tað hugskot at sýna russiskum sjómonnum í Føroyum henda blíðskap. Ætlanin var tiltakið skuldi vera nú mánadagin, men fleiri av skipunum fóru avstað, og tí var hetta haldið nakað avmarkað í mun til upprunaligu ætlanina.

Men tey vóru so eini 100 fólk, sum fingu møguleika at koma. Tey koma annars mest úr Murmanskøkinum og Kaliningrad.

Talan var um eina spennandi skrá. Máltíðin var framúr, har møguleiki var ar royna allan føroyskan mat. Henda møguleikan nýttu tey so eisini.

Tað var eisini hugnaløta við tónleiki og undirhaldi. Tónleikarar vóru Dupultkvarettin í Ebenezer og Sigrid Rasmussen.

Tulkur á tiltakinum var Jórun Malaikev úr Vestmanna, sum hevur virkað sum trúboðari í Ukraina í fleiri ár.

Skipað varð eisini fyri spurnaðarkappingum, fyriskipaðar av “okkara” Hera. Hetta var mikið skemtuligt.

Tað vóru eisini tvær framløgur.

Aðra hevði Óli Jacobsen, sum stutt greiddi fyrst frá søguni hjá føroyskum fiskimonnum og síðan frá sambandinum millum Føroyar og Rusland. Hetta hevur ikki verið so lítið heilt frá Siggert Patursson og hansara ferð til Sibiria fyri meira enn 100 árum síðani.

 

Føroyskir fiskimenn hava havt nógv samband við russiskar starvsfelagar. Nógv minnast, tá ið sovjetiski fiskimálaráðharrin Ishkov kom til Føroya á almenna vitjan í 1963. Hann hevði verið ráðharri hjá Stalin. Ishkov varð spurdur, hvør avgjørdi hvar sovjetisku skipini skuldu fiska. Hjá okkum og øllum øðrum vildi tað verið skiparin. Men Iskof svaraða bert við einum orði, “ja” sum merkir “eg”.

 

Greitt varð eisini frá fiskivinnusamstarvinum millum londini, sum hetta hevur havt stóran týdning fyri Føroyar.

Nógv annað samband er eisini. Tað eru fleiri russiskar konur komnar higar eins og tónleikarar.

Hetta er eitt gott dømi um samtarv millum eitt lítið og eitt stórt land.

Óli greiddi eisini frá sínum sambandi við russar. Fekk í 1961 at kenna ein vin har, sum dugdi føroyskt og hevur enn samband við hann, seinast fríggjadagin.

Nam eisini við sína fyrstu ferð til Ruslands í 1966. Har var sera kalt – 20 stig. Men kortini sótu kvinnur á gøtuni og seldu ís!

Búði á Hotel Astoria, har Hitler hevði ætlað at hátíðarhalda tøkina av Leningrad. Men sum kunnugt vardu íbúgvararnir býin í 900 dagar, til týskarar máttu geva upp. Hetta var eitt søguligt bragd, sum saman við Stalingrad var við til at bjarga heiminum undan nasismuni.

Hevur annars ein russiskan vin, har abbin var við í Stalingrad.

 

Osmundur Justinussen greiddi frá jólaboðskapinum. Men hann greiddi eisini frá sínum góðu royndum við russararum.

Tað vóru meira enn 400 russisk sildaskip, sum royndu saman við føroyingum fyrst í 50-unum. Onkuntíð komu reiðskapirnar saman, men hetta varð altíð greitt við lagaligheit frá báðum pørtum.

Hesi skip komu ofta inn á føroyskar fjarðir at kroka. Tað kundi liggja meira enn 100 skip bert á Fuglafirði. Annað samband við eisini, tá russisk skip kom inn í Føroyum eftir vatni.

Men kalda kríggið forðaði fyri tí stóra samskiftinum. Men hetta er alt broytt nú.

Hetta var alt í alt eitt sera væleydnað tiltak. Fyriskipari var Øssur Andreassen. Men tey vóru nógv onnur, sum hava hjálpt til, og tey eiga sjálvsagt eisini sína tøkk.

Fyri at vera eitt sindur háfloygdur kann sigast, at tað er júst at hendan hátt, at friður fæst millum fólkasløg. Hetta kundu onnur lært av, tá vit nú síggja skilið nógva staðni í heiminum.

 

ó.