Russarar landa feskan fisk til Fiskavirking

Mánadagin landaðu tveir russiskir trolarar tosk og hýsu til Fiskavirking í Havn. Hetta er fyrstu ferð at feskur russarafiskur verður landaður til Fiskavirking

? Okkum stóð í boði at keypa.

Hetta sigur Jan Øregaard, virkisleiðari á Fiskavirking í Havn. Tilboðið kom frá enskum sølufelag, og mánadagin lógu teir báðir russisku trolararnir so við bryggju í Havn og landaðu.

Á Fiskavirking er ikki sørt av spenningini fyri at vita, hvussu hesin fiskurin úr Barentshavinum fer at hilnast.

? Ja, vit hildu hetta vera sera áhugavert, serliga tí vit eru von við at hagreiða frystan russarafisk. Nú eru vit spent upp á at síggja, hvussu royndirnar við hesum feska fiskinum fara at hilnast, sigur Jan Øregaard.


Góðskan í lagi

Tilsamans 50 tons av toski og hýsu blivu landa mánadagin, og virkisleiðarin heldur at góðskan á fiskinum er í lagi, serliga á toskinum, hóast talan er um nokk so smáar støddir.

Fiskurin er landaður í 70 litra kassum, og hann er eisini avhøvdaður.

? Vit fara sjálvsagt at fylgja væl við, hvussu úrtøkan fer at vera, sigur Jan Øregaard. Hann leggur aftrat, at tað ger ikki tann stóra munin, um fiskurin er avhøvdaður ella ikki.

? Slógvaprísurin er sera vánaligur, so har er lítið og onki at tapa.


Verjutollur

Prísurin fyri at keypa feskan russarafisk er ikki bara sjálvur kiloprísurin. Talan er um sokallaðan triðjalandsfisk, og verður hesin seldur til eitt nú ES-lond, so verður hann raktur av verjutolli. Hesi fyrilit hevur Fiskavirking eisini tikið.

? Ja, vit eru áhugaðir at royna hetta her. Og so mugu vit síggja, hvussu endaliga úrslitið verður.

Á Fiskavirking kunnu tey so longu nú staðfesta, at russarabátar hava onki ímóti at sigla hálvan triðja dag úr Barentshavinum til Føroya at landa feskan fisk til føroysk virki.

Komandi dagarnir fara at vísa, um hetta eisini er góð forrætning hjá Føroya Fiskavirking.