Ætlanin er at Russell, sum býr í Australien, skal lata seg doypa við sama høvi sum yngsti sonurin verður doyptur. Elsti sonurin, Charlie varð doyptur fyri trimum árum síðani.
Dópsætlanirnar vórðu avdúkaðar í samband við eina samrøðu við amerikanska tíðarritið “Men’s Journal 1”, sum kemur út nú í desember mánaði.
Í samrøðuni sigur filmsleikarin:
- Tá talan var um foreldur míni, so lótu tey meg og bróður mín sjálvar avgera okkara viðurskifti við Gud, tá vit komu í rættan aldur. Eg havi hugsað nógv um hetta í seinastuni: Um eg haldi, at tað hevur týdning at míni børn verða doypt, - hví so ikki eg sjálvur?, sigur hann og leggur síðani aftrat:
- Tað er nakað størri, sum er drívmegin í okkum øllum. Tí eri eg sinnaður at taka stigið, og eg ynski at gera tað í hesum árinum.
Tók avgerð sjálvur
Tað er ikki nýtt, at Russell Crowe hevur eina andaliga síðu. Tað kann tó kanska koma óvart á summi, tí umrøðan av hansara lívi uttanfyri sjónleikaraheimin hevur mest handlað um bardagar og ógvusligt illsinni.
Fyri nøkrum árum síðani gav hann eitt innlit í andaligu bakgrund og støðu sína, í eini longri samrøðu.
- Bæði foreldur míni vóru doypt í ensku anglikansku kirkjuni, men eg varð aldrin doyptur, sum var sera óvanligt í New Sealandi í 1964... Eg vaks upp undir løgnum viðurskiftum við kirkjuna. Vit vóru aldrin í kirkju sum familja, men fyri mammu mína var tað í lagi at eg gekk í kirkju á ymiskum støðum – og tí var eg bæði í kirkju í teirri anglikansku, presbyteriansku og katólsku kirkjuni, greiðir hann frá.
- Tá eg hyggi eftir teimum tíggju boðunum, kann eg ikki lata vera við at hugsa við mær sjálvum – tey mugu verða skrivað av eini ikki-menniskjansligari veru. Tað eru ting í buddhismuni, sum eg eisini eri samdur við, men um ein tekur hesi 10 bókstavliga og veruliga fylgdi teimum, so kundi ein hópur av tungari lóggávu verðið lagdur til viks ... Mær tykir, at hesi eru eitt gott grundarlag at byggja eitt samfelag á, sigur hann. Dópshandlingin verður í eini lítlari kirkju í byzantiskum stíli, sum Russell lat byggja á australsku ranch síni í samband við brúdleyp sítt við Danielle Spencer í 2003.
Herfyri segði hann við blaðið New Zealand Herald, at “kirkjan er vígd og alt hitt ... og at vit brúka hana alla tíðina”.
Russell Crowe er millum annað kendur frá vælumtóktum filmum sum “Gladiator” og “A Beautiful Mind”. Í løtuni toppar hann listan í USA við filminum “American Gangster”.