Russland hevur framt flúgving við strategiskum bumbuflogførum yvir Norskahavið og Barentshavið.
Tað upplýsti russiska verjumálaráðið í morgun, sambært tíðindastovuni Reuters.
Í fráboðanini stendur ikki, nær umrødda flogferðin skuldi havt verið, men talan var eftir øllum at døma um eitt Tupolev TU-95 flogfar.
Og grannalondini varnaðust flúgvingina.
– Á ávísum pørtum av farleiðini vóru strategisku bumbuflogførini fylgd av jagaraflogførum úr øðrum londum, skrivar ráðið.
Fyrr í hesum mánaðinum reageraðu Suðurkorea og Japan, tí russisk og kinesisk hernaðarflogfør komu nærri. Hetta var eisini eftir øllum at døma eitt TU-95 flogfar.
Russiska uttanríkisráðið sigur, at slík flúgving fer fram regluliga og er í samsvari við altjóða lóg.
/Ritzau/










