Tað var til eina jarðarferð í landnyrðingspartinum av Ukraina - í býnum Sumy - at russiska dronan rakti.
Hetta sigur ukrainski leiðarin fyri hernaðarumsitingini í økinum.
Lokalir miðlar skriva, at russiska álopsdronan rakti vegin, har ein bussur stóð nærindis. Sumy liggur einar 30 kilometrar úr markinum til Russlands.
Í russiska álopinum læt eitt fólk lív, og níggju fingu løstir.
Økið er regluliga álopið við rakettum og dronum í russiska álopskrígnum móti grannalandinum.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, váttar í dag, at Ukraina hevur framt álop móti einum stórum kemiskum verki í Perm-regiónini í Russlandi.
Hetta skrivar forsetin á boðtænastuni, Telegram.
Sagt verður, at russiska anleggið liggur heilar 1500 kilometrar úr markinum millum Ukraina og Russland.











