Russiski Tottenham-leikarin Roman Pavlyuchenko til HB!

Dennis Holm
------
“Komuhøllin á Vágafloghavn var á tremur við føroyskum fjølmiðlafólkum, tá russiski áleyparin úr Tottenham Roman Pavlyuchenko kom við Atlantsflog fyrrapartin. Roman Pavlyuchenko hevur gjørt sáttmála við HB...”
Ja, hugsi tykkum til – hetta hevði verið stórt, ha?
Og hvussu høvdu føroyskir fjølmiðlar ikki fylt forsíður, heilsíður, opnur, ja sjálvt portalar á tremur – og ikki minst heilar tíðindasendingar og ser-sendingar í útvarpi, og sjálvsagt eini tríggjar-fýra Dagur & Vikur við 3-2 ser-sendingum um russiska fótbóltsspælaran, sum skal spæla við høvuðsstaðarliðinum.
Jú, hetta hevði verið stórt...
Seinastu tvær vikurnar hevur ein russiskur OL-svimjari, Anastasia Aksenova verið í Vági og vant saman við Susvim undir Jón Bjarnason venjara. Anastasia Aksenova hevur russiska metið í 100 m. frí. Tað búgva umleið 143 mió . fólk í Russlandi og tað er ikki heilt ósannlíkt, at tað í Russlandi eru fleiri elite-svimjarar, enn tað eru fólk í Føroyum. Hóast hetta, so velur ein av teirra heilt stóru stjørnum á stuttum teinum (Anastasia Aksenova svimur 50 m. og 100 m. frí) at koma til Vágs at venja! Orsøkin er, sum hon sjálv sigur, venjarin Jón Bjarnason, sum er ein fantastiskur venjari – úrslitini hjá Pál og hinum svimjarunum í Susvim tala eisini fyri seg.
Ikki hevur tað fingið nógv rúmd í føroysku fjølmiðlunum, at ein russisku OL-svimjari er komin til Vágs at fyrireika seg fram til OL í London komandi summar. Komin til Vágs at fyrireika seg í einum 25 m. hyli, hóast øll OL-svimjing er í 50 m. hyli!
Hetta er tíverri ikki ein heilt nýggj kapittul í føroyskum fjølmiðlahøpi, men heldur enn ein kapittul í einari langari framhaldssøgu. Ein framhaldssøga, sum hevur koyrt í fleiri ár, kanska serliga í okkara almenna Kringvarpi, sum jú skal fevna um alt landið og fevna um allar spennandi ítróttarsøgur –  vit verða jú øll kravd eftir Kringsvarpsgjaldinum. Hetta við “spennandi ítróttarsøgur” er kanska júst tað, sum er trupulleikin. Tað var ikki nóg spennandi at fara til EJM í svimjing á sinni, tá Pál vann 3 gull medaljur. Síðan tað eru fleiri altjóða svimjikappingar har Pál hevur kappast “gloymdar á leiðini”. Tann seinasta var HM í Shanghai í summar, tá Kringvarpið ikki gjørdi sær serligan ómak, um nakran, at fáa sent HM finaluna í 1.500 m. frí beinleiðis í sjónvarpinum (Rás2 vóru so kreativir, at teir varpaðu 1.500 m. frí út ala ein fótbóltsdyst – tað var so frægari enn onki).
Nú skal Kringvarpið ikki heilt til Shanghai eftir einari søgu.
At tað í raðfesting av ítróttarsøgum í Kringvarpinum er frávalt at gera nakað sum helst burturúr (annað enn at tey møguliga stutt hava nevnt tað í forbífartini í eini tíðindasending) at ein russiskur OL-svimjari er komin til Vágs at fyrireika seg til OL í London er púrast ikki til at skilja!
Í huganum er tað kanska líka langt til Suðuroyar, sum til Shanghai?