Mannarættindafelagsskapir hava leingi lagt russiska herin í Kekenia undir rán og burturflytingar, og nú viðgongur kekenski forsetin, Alu Alkhanov, fyri fyrstu ferð, at tað er so.
-Burturflytingarnar eru munandi færri nú enn fyrr, og nú hava hermenninir ábyrgdina av ímillum fimm og tíggju prosentum av burturflytingunum, segði forsetin á einum tíðindafundi mánadeagin. Hann legði afturat, at kekensku myndugleikarnir fara at gera sítt til at fáa enda á lógloysinum.
Amnesty International sigur seg fegnast um, at kekensku myndugleikarnir taka burturflytingarnar í álvara. Felagsskapurin hevur leingi víst á, at nógvir kekenar eru horvnir, og at eingin hevur hoyrt nakað aftur frá teimum.
Russiski umboðsmaðurin í Kekenia, Vladimir Lukin, segði í vár, at í fjør vórðu umleið 1.700 fólk burturflutt í Kekenia, og tað samsvarar væl við upplýsingar, sum russiski mannarættindafelagsskapurin Memorial hevur almannakunngjørt. Memorial og Human Rights Watch vilja vera við, at russiskir hermenn høvdu ábyrgdina av umleið einum triðingi av burturflytingunum í fjør, og at hini vórðu burturflutt av deildum, sum stuðla russum.
Mánadagin søgdu fólk í kekensku bygdini Prigorodnoje, at hermenn við gekkaskorti høvdu burturflutt seks ungar menn í bygdini. Sambært HRW eru tað vanliga ungir menn, sum verða burturfluttir.