Russiskir miðlar: Ukraina er byrjað stórálop

Russisku tíðindastovurnar, Tass og Ria Novosti, siga í kvøld, at Ukraina hevur sett í verk stórálop á russiskar herdeildir í Ukraina.

 

Ukrainski herurin hevur í kvøld sett í verk stórálop á russiskar herdeildir í hersetum økjum í Ukraina. Reuters, sum ber hesi tíðindi í kvøld, vísir til russisku tíðindastovurnar, Tass og Ria Novosti.

 

Royndirnar at bróta ígjøgnum russiskar verjuskansar har suðuri í landinum eru eftir øllum at døma steðgaðar av russiskum herdeildum.

 

Sambært Reuters hevur tað enn ikki eydnast at fingið tíðindini um stórálop váttað frá óheftum keldum.

 

Ukrainskir myndugleikar hava fleiri ferðir sagt, at leingi væntaðu ukrainsku álopini á russisku deildirnar eru á "trappuni".

 

So seint sum í gjár, segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, at ukrainski herurin er til reiðar at leypa á.

 

Tíðindastovan NTB ber eisini tíðindini í kvøld um stórálop á russiskar deildir í hersettum økjum í Ukraina. Málið hjá ukrainska herinum er at reka russar úr aftur hersettum økjum.

 

Í vikuni segði ukrainski forsetin soleiðis:

 

- Hetta er ikki ein filmur. Tað er trupult hjá mær at siga, hvussu fólk fara at síggja okkara mótálop. Tað týdningarmesta er, at Russland sær tað - og ikki bara sær tað - men eisini følir tað, segði Volodymyr Zelenskyj.

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Soleiðis skrivar norska Dagbladet fyri løtu síðan, og her verður víst til russiskar miðlar og Reuters.