Russiskt herskip skeyt ávaringarskot eftir fiskiskipi

- Skipið ristist í skrokkinum, tá skotið rakti sjógvin. Eftir ávaringarskotið valdu vit at sigla vestureftir, sigur skiparin við norskar miðlar.

Hetta er russiska herskipið - Admiral Levtsjenko - sum skeyt ávaringarskot eftir norskum fiskiskipi

Undir einari skjótivenjing miðskeiðis í september skeyt eitt russiskt herskip ávaringarskot eftir einum norskum fiskiskipi.

 

Sagt verður, at hendingin fór fram hósdagin, hin 12. september í Barentshavinum. Hetta var norðan fyri Vardø - í norskum búskaparligum øki.

 

Russiski skiparin kunnaði norska fiskiskipið, Øystein Orten, um skjótivenjingarnar yvir radio og bað skiparan fara úr økinum.

 

Men, skiparin vildi ikki rýma, tí hann hevði línu at draga. Tað var tá, at russiska herskipið læt ávaringarskot av.

 

- Skipið ristist í skrokkinum, tá skotið rakti sjógvin. Eftir ávaringarskotið valdu vit at sigla vestureftir, sigur skiparin við norskar miðlar.

 

Norska verjan sigur seg vita um hendingina.

 

Men, her siga tey, at norsk skip hava ikki skyldu til at rýma úr norskum búskaparligum øki, tá tað eru russiskar hernaðarvenjingar.

 

Vegard Finberg, sum er obertsloytnantur og miðlatalsmaður hjá norsku verjuni, sigur, at russar hava loyvi at venja og skjóta í altjóða sjógvi.

 

Sambært tíðindastovuna NTB veit russiska sendistovan í Oslo ikki um hendingina.

 

 

 

Hetta er russiska herskipið - Admiral Levtsjenko - sum skeyt ávaringarskot eftir norskum fiskiskipi