Russiskt hervald uttanfyri føroysk køksvindeygu

Føroyskir politikarar eru naivir. Men røkir Danmark sínar trygdarpolitisku skyldur í Føroyum? Svarið blæsir í vindinum

Í eini røðu á Fólkatingi fyri nøkrum vikum síðani, gjøgnumgekk eg í punktformi samstarvið millum Føroyar og Russland innan fiskivinnu og handil frá 1977 til í dag.

 

Hendan gjøgnumgongdin vísir púra greitt, at Russland hugsar um annað og meira enn bara fiskivinnu og handil. Tað sæst í teirra greiðu strategisku hugsan, tá tað kemur til Vesturheimin sum heild, og tað sæst eisini í teirra orðum og gerðum í ítøkiliga samstarvinum við Føroyar.

 

Samstarvið við Russland snýr seg um álit. Tað snýr seg um, hvørt vit hava álit á, at Russland IKKI hevur tey mál við samstarvinum, sum russar sjálvir siga, at teir hava.

 

Hetta snýr seg altso um, hvørt vit skulu trúgva uppá eina dreymamynd heldur enn veruleikan.

 

Tann, sum ger tað, er ógvuliga naivur. Og hóast nógvir føroyskir politikarar veruliga eru so naivir, so eru nógvir føroyskir borgarar, sum ikki eru tað.

 

Aftaná orðaskiftið á fólkatingi fekk eg ein teldupost frá eini kvinnu við einum brævaskifti, hon hevði havt við danska uttanríkisráðið.

 

Ein mánað eftir, at Russland leyp á Ukraina, skrivaði kvinnan, at russisk skip í fleiri ár høvdu ligið í havn umleið 150 metrar frá, har hon búði.

 

Hon var stúrin um ókontrolleraðu atgongdina, sum skipini høvdu til føroyskar havnir, og endaði brævið við orðunum: “Vit kenna okkum ikki trygg við tær raðfestingar, sum føroysku myndugleikarnir hava í mun til okkara trygd.”

 

Ein mánaða seinni fekk hon tað svar, at: “føroysku myndugleikarnir hava ábyrgdina av eftirlitinum við útlendskum skipum í føroyskum havnum. Spurningar um hetta eiga tí at verða settir viðkomandi føroyskum myndugleikum.”

 

Kvinnan takkaði fyri svarið, men skrivaði aftur: “Eg má spyrja, hvør hevur ábyrgdina av trygdini í Føroyum. Vit eru nógv, sum eru sera stúrin og ikki halda, at føroyskir politikarar og myndugleikar taka neyðugu fyrivarnini í hesum tíðum (...). Vit hava ongantíð sæð ein einasta tollara ella annan myndugleika við skipini. Hvønn kann mann sum borgari venda sær til, tá álitið á føroysku myndugleikarnar ikki er har?”

 

Danska uttanríkismálaráðið svaraði:

 

“Tað er tætt samskifti og samstarv um hetta millum ríkispartarnar. Viðvíkjandi tí, tú nevnir um russisk skip í føroyskum havnum, vil eg enn einaferð vísa til viðkomandi føroysku myndugleikarnar, sum hava ábyrgdina av eftirlitinum við útlendskum skipum í føroyskum havnum.”

 

Vit eru í einari grázonu, har tað er trupult at siga, hvør hevur ábyrgdina. Russisk fiskiskip í føroyskum havnum – føroysk ábyrgd. Fiskivinnu- og handilssáttmálar – føroysk ábyrgd. Fiskivinnueftirlit – føroysk ábyrgd. Tolleftirlit – føroysk ábyrgd.

 

Men hetta snýr seg eisini um trygd – og trygdin er donsk ábyrgd! Løgreglan er ein danskur myndugleiki. Politiets Efterretningstjeneste (PET) er ein danskur myndugleiki. Forsvarets Efterretningstjeneste (FE) er ein danskur myndugleiki.

 

Hesi hava øll stóra ábyrgd, tí Russland er sum kunnugt í kríggi við Vesturheimin. Við hermonnum, stríðvognum, missilum, granatum og dronum, sum drepa oyðileggja í Ukraina. Men eisini við at stuðla despotum í londum sum Iran og Norðurkorea. Og við netálopum. Sabotagu. Misinformatiónskampanjum.

 

Og nýggja maritima doktrinin hjá Russlandi sigur greitt, at eisini fiskiskip kunnu gerast partur av teirra hernaðartilbúgving.

 

Tað er ein av grundunum til, at flestu lond hava stongt sínar havnir fyri næstan øllum russiskum skipum. Tað er ein av grundunum til, at Noreg – sum undir strongum eftirliti loyvir russiskum skipum at koma í tríggjar havnir – hevur regluligar kanningar av skipunum. Ikki bert frá toll- og fiskivinnumyndugleikum, men eisini frá norsku løgregluni, sum er í tøttum samskifti við fregnartænasturnar.

 

Tað var tað, sum gjørdi, at norska løgreglan í 2023 fann hernaðarliga samskiftisútgerð – gamla, men tó hernaðarliga – umborð á russisku fiskiskipunum, Lira og Ester.

 

Tá ið skipini vórðu kannað, vóru tey komin beinleiðis úr Føroyum. Úr Føroyum, har tey millum 2015 og 2022 høvdu lagt at yvir 200 ferðir.

 

Lira og Ester eru ikki tey einastu russisku skipini, sum norsku myndugleikarnir hava havt sterkan illgruna til um ólógligt virksemi – og sum hava verið nógv í Føroyum. Eftir øllum at døma uttan eftirlit.

 

Onnur skip eru til dømis Melkart 4 og 5.

 

 

 

Tað búskarliga er eitt – trygdin nakað annað

 

Persónliga eri eg skeptiskur um samstarvið við Russland. Ikki bara av trygdarligum, men eisini búskaparligum grundum. Eg trúgvi, at vit sum samfelag kundu fingið meira burturúr, um vit sjálvi fiskaðu tær stóru mongdirnar av fiski, sum vit lata Russland fiska í okkara sjógvi aftur fyri tey rættindini, vit fáa í Barentshavinum.

 

Men eg hava fulla virðing fyri, at tað eru ymiskar meiningar um hetta. Og tað er eitt føroyskt kjak. Tí tað, vit gera, er ikki ólógligt. Tað er heldur ikki brot á ES-revsitiltøkini, sum Føroyar taka undir við.

 

Men óttin hjá áðurnevnda borgara snýr seg ikki um pengar.

 

Tað snýr seg um trygd.

 

Vit tosa um eitt land, sum førir kríggj móti Europa. Sum skapar deyða og oyðilegging í Ukraina, umframt ótta í ikki bara Georgia og Moldova, men eisini í Litava, Finnlandi, Svøríki og Danmark.

 

Og sjálvt um russisku skipini eru blivin færri, síðan vit í fjør bannaðu teimum at keypa vørur og tænastur á Føroyum, so eru tey framvegis her.

 

Formliga sæð er tað ein partur av russiska hervaldinum, sum liggur uttanfyri køksvindeygað hjá teirra ørkymlaðu kvinnuni.

 

Og tá tað snýr seg um trygd, eru tað ikki lokalu havnamyndugleikarnir, sum hava ábyrgdina. Ella fiskivinnueftirlitið. Ella føroysku tollmyndugleikarnir.

 

Óttin hjá kvinnuni snýr seg ikki um, hvørt ein fløska vodka ella eitt glas av kaviar verður smuglað inn í landið.

 

Hon stúrir fyri trygdini.

 

Og ábyrgdin fyri trygdini liggur hjá løgregluni. Hjá PET. Hjá FE.

 

Ábyrgdin liggur hjá donskum myndugleikum. Teimum donsku myndugleikum, sum ongantíð hava funnið ta útgerð umborð á russiskum skipum við Føroyar, sum norsku myndugleikarnir hava funnið umborð á somu skipum í Noregi. Aftaná at skipini vóru komin úr Føroyum.

 

Kann kvinnan kenna seg vísa í, at teir donsku myndugleikar, sum hava ábyrgdina, eisini lyfta ábyrgdina?

 

Svarið uppá tann spurningin blæsir í vindinum.