Russiskur hermaður: Eingin vil kríggjast

Fyrrverandi russiski hermaðurin, 33 ára gamli, Pavel Filatiev, varð sendur til hermótið, tá kríggið móti Ukraina byrjaði - uttan at hann visti hví. Nú hevur hann skrivað eina bók um tað, hann lýsir sum eitt ræðuligt kríggj.

 

Ungi russiski hermaðurin var tveir mánaðir við hermótið, áðrenn hann av heilsuávum fór heimaftur. Pavel Filatev var fallskíggjahermaður í russiska herinum, og hann ánaði ikki, hvat bíðaði honum, tá hann varð sendur til Ukraina. 

 

Í bók síni "Zov" fortelur hann um sínar upplivingar teir tveir fyrstu mánaðirnar, hann var við í krígnum.

 

- Vit høvdu ongan rætt at fremja álop á eitt annað land - og serliga ikki á eitt land, sum stóð okkum nærmast. Tá alt hetta byrjaði, kendi eg fá, sum trúðu upp á nasista-uppáhaldini - og sum yvirhøvur vildu kríggjast móti Ukraina.

 

Hin 34 ára gamli sigur, at teir føldu einki hatur mótvegis Ukraina, og teir sóu heldur ikki Ukraina sum fígginda.

 

Pavel Filatev sigur í bók síni, at flestu hermenn eru vónsviknir av tí, sum hendir í Ukraina, og hermenninir eru vónsviknir av myndugleikunum og leiðsluni við Vladimir Putin, hansara uttanríkisráðharra og russiska politikkinum.

 

- Vit eru allir gíslar, og eg haldi, at vit vórðu tiknir við. Vit byrjaðu eitt ræðuligt kríggj - eitt kríggj, har býir vórðu oyðilagdir og eitt kríggj, har børn, kvinnur og eldri doyggja.

 

Hermaðurin skrivar, at herleiðslan byrjaði at deila út hernaðarligar vetrarbúnar miðskeiðis í oktober síðsta ár. Alt vóru brúktir búnar, og tað vóru fáar støddir at velja ímillum. Sjálvur sýtti Pavel Filatev fyri at taka ímóti einum brúktum búna, sum ikki passaði. 

 

- Eftir at hava keglast við tænastumann eina løtu, keypti eg heldur búnan sjálvur, sigur hann.

 

Hann vísir eisini á, at teir heldur ikki fingu hóskandi klæðir til venjingar í kulda, og ein avleiðing av hesum var, sigur hann, at einir 30 tænastumenn máttu viðgerast á sjúkrahúsi.

 

Um miðjan februar var hann til venjing á Krim-hálvoynni.

 

- Næstu dagarnar vóru vit á skjótibreyt, har eg fekk eina maskinbyrsu. Reimin var oyðiløgd, og maskinbyrsan var rustað, sigur Pavel Filatev. 

 

Hin 23. februar, sum Russland leyp á Ukraina dagin eftir, kom toppleiðarin og fortaldi, at teir skuldu fara upp í løn frá 24. februar at rokna, men ungi hermaðurin visti framvegis ikki, hvat fór at henda.

- Eg vaknaði klokkan tvey um náttina. Nú vóru vit ein herdeild í einari oyðimørk. Eg dugdi ikki at skilja, hvat tað var, sum hendi. Skjóta vit móti ukrainarum, sum hava tikið seg fram? Ella kanska Nato? Leypa vit á? Hvørjum er skjótingin vend ímóti, skrivar hann í bók síni.

 

Ein størri grein um bókina hjá Pavel Filatev kann lesast á www.dagbladet.no