Loytnanturin, Dmitry Mishov, var tyrluskipari og navigatørur í russiskari stríðstyrlu, tá hann gjørdi av at flýggja. Hann vildi ikki vera við í einari brotsgerð móti ukrainska fólkinum.

Russiskur tyrluskipari: Eingin trýr myndugleikunum

26 ára gamli, Dmitry Mishov, pakkaði ein lítlan ryggsekk og fór undir eina dramatiska flýggjan um markið til Litava.

 

Loytnanturin, Dmitry Mishov, var tyrluskipari og navigatørur í russiskari stríðstyrlu, tá hann gjørdi av at flýggja. Hann vildi ikki vera við í einari brotsgerð móti ukrainska fólkinum.

Hin 26 ára gamli er ein av fáum russiskum herleiðarum, sum er flýddur vestur um úr Russlandi. Í einari samrøðu við BBC fortelur hann um flýggjanina, og hvussu tað stendur til í russiska herinum.

Dmitry Mishov var loytnantur í russiska flogvápninum. Tá hann í januar 2022 sá, at Russland fór at gera innrás í Ukraina, royndi hann at gevast í herinum.

Men, tá var tað ov seint.

Hann sigur, at hann ongantíð var partur av nøkrum hernaðarligum átaki í Ukraina, men at hann varð settur at flúgva við ymiskum í Hvítarussland. Hann visti, at hann fyrr ella seinni  fór at verða sendur í kríggið, og hann visti eisini, hvat tað fór at hava við sær.

- Eg eri offiserur. Tað er mín skylda at verja landið móti fíggindum. Men, eingin gav okkum eina góða orsøk til at halda, at vit skuldu byrja hetta kríggið – hví vit skuldu leypa á tykkara býir, spyr hann í samrøðu við BBC.

Dmitry Mishov lýsir hugburðin millum russiskar hermenn sum blandaðan. Nakrir stuðla krígnum, meðan aðrir eru harðliga ímóti. Teir flestu skilja tó, at teir verja ikki Russland móti einum veruligum vanda.

Tað, sum skapar mest órógv millum russiskar hermenn, er sambært honum lágu lønirnar. Hann sigur, at herovastar í flogvápninum fáa somu løn sum fyri kríggið – ella útvið 90.000 rublar, sum svara til einar 10.000 krónur, um mánaðin. 

- Nýggj fólk verða lokkað í herin við einari løn, sum er meira enn tað tvífalda av hesum, sigur Dmitry Mishov.

Hóast fleiri stuðla krígnum í Ukraina, eru tey fá, sum trúgva søgunum um, hvussu fáir russar eru deyðir í bardøgunum.

 

##med2##

- Í herinum er tað eingin sum trýr myndugleikunum. Teir síggja, hvat hendir. Hermenninir eru ikki sum tey sivilu, sum sita frammanfyri skíggjanum. Hermenninir trúgva ikki almennu frágreiðingunum, tí tær eru rætt og slætt ósannar, sigur hann.

Dmitry Mishov samanber støðuna í Ukraina við støðuna, tá Sovjet gjørdi innrás í Afganistan í 1980-unum.

- Vit vita, at Sovjet misti 333 tyrlur í Afganistan. Eg trúgvi, vit hava mist sama tal av tyrlum í eitt ár í Ukraina, sigur hann.

 

Í januar í ár fekk hann boð um, at hann skuld sendast til eitt átak. Tað merkti í hansara verð bara eitt; hann skuldi til Ukraina. Vónloysi fekk hann til at gera eina sjálvmorðsroynd, og hann vónaði, at hetta fór at gera, at hann slapp undan at fara í kríggj.

 

Men, soleiðis var ikki.

 

Meðan hann lá á sjúkrahúsi, las hann um ein heryvirmann, sum var flýddur til Lettland.

 

- Eg hevði ikki sýtt fyri at gjørt hertænastu, um tað var fyri at verja mítt land móti einum fígginda, men eg sýtti fyri at verða við í einari brotsgerð. Eg visti, at eg hevði dripið tíggjutals fólk, um eg sat í stríðstyrluni, sigur Dmitry Mishov við BBC. 

 

Ein størri grein við unga russiska hermanninum kann lesast á www.tv2.no, sum endurgevur úr samrøðuni, hin 26 ára gamli hevur havt við BBC, og her greiðir hann eitt nú frá dramatisku flýggjanini úr Russlandi.

 

##med3##

 

Loytnanturin, Dmitry Mishov, var tyrluskipari og navigatørur í russiskari stríðstyrlu, tá hann gjørdi av at flýggja. Hann vildi ikki vera við í einari brotsgerð móti ukrainska fólkinum.

Leivdir av einari russiskari stríðstyrlu við Makraiv, nærindis ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv.

- Í herinum er tað eingin sum trýr myndugleikunum. Teir síggja, hvat hendir, sigur Dmitry Mishov.