Russiski forsetin, Vladimir Putin og Kreml-talsmaðurin, Dmitry Peskov

Russland er til reiðar til nýggjar samrøður

- Semja er um, at fundurin skal verða í næstu viku, og vit fara at kunna um tíð og stað, sigur Kreml-talsmaðurin, Dmitry Peskov, sambært AFP

Russiski forsetin, Vladimir Putin og Kreml-talsmaðurin, Dmitry Peskov

Kreml-talsmaðurin, Dmitry Peskov, sigur sambært AFP, at samrøður um Ukraina verða í næstu viku.

 

Á fundinum skulu umboð fyri Russland, USA og Ukraina røða um møguligar loysnir fyri at fáa ein enda á krígnum í Ukraina.

 

- Semja er um, at fundurin skal verða í næstu viku, og vit fara at kunna um tíð og stað, sigur Dmitry Peskov sambært AFP-tíðindastovuni.

 

Sambært útlendskum miðlum hava USA og Ukraina higartil ikki gjørt viðmerkingar - ei heldur staðfest - tíðindini úr Kreml.

 

 

 

Russiski forsetin, Vladimir Putin og Kreml-talsmaðurin, Dmitry Peskov