115 fólk kunnu missa arbeiði í Aasiaat

Stjórin í Polar Seeafood sigur, at fær felagið ikki størri kvotur, er vandi fyri, at fiskavirkið í Aasiaat noyðist at lata aftur, og út við 115 fólk missa arbeiði

- Fær Polar Seafood ikki 4000 tons av rækjukvotu aftrat, er vandi fyri, at fiskavirkið hjá felagnum, Polar Raajat í Aasiaat, noyðist at lata aftur. 

 

Hetta sigur stjórin í Polar Seafood, Bent Salling, við grønlendska kringvarpið, KNR.

 

- Ger landsstýrið einki, kunnu vit ikki veita vissu fyri, at fiskavirkið kann vera í gongd alt árið, sigur hann.

 

Sambært stjóranum er trupulleikin eitt nú, at nýggja fiskivinnulóggávan loyvir ikki at flyta rækjukvotur av ytru leiðunum og inn á innaru leiðirnar.

 

Haraftrat kemur, at veiðinøgdirnar eru minkaðar seinnu árini.

 

- Tí fær fiskavirkið í Aasiaat ikki nóg mikið av rávørum til framleiðslu alt árið, sigur Bent Salling.

 

##med2##

 

Men, tað er ikki bara í Polar Seafood, at tey harmast um, at tað kann gerast neyðugt at lata fiskavirkið í Aasiaat aftur.

 

Onkur av kommunustýrislimunum í kommununi, har Aasiaat liggur, hevur kravt, at kallað verður inn til fundar um støðuna.

 

- Vit hava skrivað til borgarstjóran og sagt, at ein serstakur fundur má haldast, har støðan verður umrødd.

 

Hetta sigur Kristian Jeremiassen, kommunustýrislimur, sum leggur aftrat, at her bæði standa arbeiðspláss og inntøkur upp á spæl.

 

- Letur fiskavirkið aftur, kann tað fáa álvarsligar avleiðingar fyri kommununa, sigur hann við grønlendska kringvarpið - www.knr.gl

 

 

 

 

 

 

 

Bent Salling, stjóri í Polar Seafood