Amerikanska rakettskipanini í Noregi fer eitt nú at kunna skjóta Tomahawk-rakettir, sum kunnu røkka stórum pørtum av Russlandi, íroknað Moskva

Russland finst at amerikanskum rakettum í Noregi

- Hetta er enn eitt stig í endaleysu røðini hjá Nato at órógva støðuna, verður sagt í russiska uttanríkisráðnum

Amerikanska rakettskipanini í Noregi fer eitt nú at kunna skjóta Tomahawk-rakettir, sum kunnu røkka stórum pørtum av Russlandi, íroknað Moskva

Í russiska uttanríkisráðnum eru tey ikki fegin um, at framkomnar amerikanskar rakettskipanir skulu setast upp í Trøndelag í Noregi.

 

- Hetta er enn ein ógógvandi atgerð hjá Nato-landi, verður sagt. 

 

Sambært Reuters fer amerikanska rakettskipanini í Noregi eitt nú at kunna skjóta Tomahawk-rakettir, sum kunnu røkka stórum pørtum av Russlandi, íroknað Moskva.

 

- Slík stig minka um møguleikarnar fyri konstruktivum dialogi um strategiskar spurningar niður í einki, verður sagt í russiska uttanríkisráðnum.

 

Í Russlandi verður ávarað um, at tey, sum taka hesar avgerðir í Washington og Oslo, ikki eiga at vera ovfarin av, at Russland heldur serligt eygað við hesum.

 

- Hetta er enn eitt stig í endaleysu røðini hjá Nato at órógva støðuna, verður sagt í russiska uttanríkisráðnum.

 

Norski miðilin - www.tv2.no - veit at siga, at amerikanska rakettskipanin kom til Noregs undir venjingini "Atlantic City" um mánaðarskiftið, august/ september.

 

 

 

Amerikanska rakettskipanini í Noregi fer eitt nú at kunna skjóta Tomahawk-rakettir, sum kunnu røkka stórum pørtum av Russlandi, íroknað Moskva