Russland ávarar í dag um, at um evropisk Nato-lond senda herfólk til Ukraina fyri at stríðast, so fer tað at føra til stríð millum Russland og Nato.
– Bara tað at tosa um møguleika fyir at senda ávís gjøld til Ukraina frá Nato er eitt ógvuliga týdningarmikið og nýtt element, sigur talsmaður í Kreml, Dmitrij Peskov.
Til ein spurning frá journalistum um, hvør váði er fyri einum beinleiðis stríði millum Russland og Nato, um Nato-herfólk verða send til Ukraina, svarar Peskov:
– Í tí førinum hevði tað verið neyðugt at tosa um ein støðu, har tað ikki er sannlíkt, men ikki slepst undan (við einum beinleiðis stríði, red.)
– Tað er ikki í áhugamálinum hjá Vesturheiminum at senda herfólk til Ukraina, sigur hann.
Boð hansara eru svar uppá, at franski forsetin, Emmanuel Macron, í gjár segði, at einki eigur at verða útilokað í stríðnum um at hjálpa Ukraina.
– Tað er avgjørt neyðugt fyri trygdina hjá Evropa, at tað verður vunnið á Russlandi, legði franski forsetin dent á.
Macron segði bart út, at hann heldur ikki vísti aftur møguleikanum fyri at senda deildir úr vesturheiminum til Ukraina.
– Einki eigur at verða útilokað. Vit vilja gera alt, sum vit kunna, til tess at Russland ikki vinnur, segði hann víðari.
Macron gjørdi greitt, at hann vildi halda fast um tvískiljandi strategiina, tá tað snýr seg um kjakið um at senda deildir avstað.
Sambært Emmanuel Maccron tosaðu um 20 ríkis- og stjórnarleiðarar um, hvussu tey kunnu gera meira fyri at hjálpa Ukraina í krígnum. Og hvussu tað kann gerast skjótari.
Hann segði, at tað er ikki semja um, hvørt tað eiga at verða sendir vesturlendskir hermenn til Ukraina.
Macron segði eisini, at Russland í hesum døgum uppførir seg meira áleypandi – ikki bara í Ukraina, men sum heild.
/ritzau/Reuters