Russland sigur at Ukraina brýtur vápnahvíld

Londini vóru annars samd um eina vápnahvíld í 32 tímar í samband við ortodoksu páskahalguna

Alexander Khinshtein, guvernørur í russiska Kursk-landslutinum

Trý fólk eru løstað í ukrainskum dronuálopi á eina bensinstøð í russiska Kursk-landslutinum seinnapartin.

 

Tað sigur guvernørurin í økinum, Alexander Khinshtein, og hann leggur aftrat, at álopið kom eftir, at avtalaða vápnahvíldin skuldi verið byrjað.

 

Álopið er ikki váttað av øðrum, hvørki ukrainskum keldum, ei heldur óheftum keldum.

 

Seinnapartin í dag skuldi ein 32-tímar long vápnahvíld koma í lag millum Russland og Ukraina.

 

Londini vóru samd um vápnahvíld hesar tímarnar í samband við ortodoksu páskahalguna.

 

- Ukraina fer at halda vápnahvíldina, um Russland gevst við sínum álopum - í luftini, á landi og á sjónum.

 

Hetta skrivaði ukrainski forsetin, Vlodomyr Zelenskyj á X, fyrrverandi Twitter, í dag.

 

Alexander Khinshtein, guvernørur í russiska Kursk-landslutinum