Tað siga fyrireikararnir av ársins fyrstu bátastevnu, sum altíð verður hildin á Toftum fyrsta leygardag í mai, hesaferð 2. mai.
- Umráðandi er hjá bátaeigarum, sum kundu hugsað sær at luttikið, at tryggja sær eitt bátapláss undir festivalinum.
Fyrireikararnir vísa á, at eins og undanfarin ár, er tað eitt talgilt tilmeldingarskjal, sum skal útfyllast.
Niðanfyri er ein leinkja, ið tit trýsta á, síðan verða tit leidd inn á eitt skjal, ið tit útfylla fyri at melda tykkara bát til.
- Seinasta freist at tryggja sær eitt bátapláss til festivalin leygardagin er týsdagin hin 28. apríl, sum er í morgin.
Fyrireikararnir gleða seg til at síggja nógvar bátar og manningar - á ársins fyrsta bátafestivali - á Toftum 2. mai.











