Russland veksur munandi um hernaðarútreiðslurnar

Útreiðslurnar til russiska herin veksa við næstan 30 prosentum næsta ár

Tað er einki, sum bendir á, at Russland ætlar sær at gevast við sínari krígsførslu í Ukraina.

 

Í dag veit tíðindastovan NTB at siga, at russiska Duma'in hevur samtykt, at hernaðarútreiðslurnar í 2025 skulu veksa við næstan 30 prosentum.

 

Hetta hendir, hóast útreiðslurnar til russiska herin í dag longu eru methøgar. 

Undirhúsið í russiska tjóðartinginum - Duma'ini - samtykti í dag at brúka 1480 milliardir norskar krónur til vápnaðu deildir landsins og russiska herin í Ukraina.

 

1480 norskar milliardir svara til stívliga 900 milliardir í okkara peningi.

 

Útreiðslurnar til russiska herin næsta ár fara at "eta" umleið seks prosent av russisku bruttotjóðarúrtøkuni, veit tíðindastovan NTB at siga.