Tingfólk í dag hava øll lógartryggjaðan 67 ára pensjónsaldur, men fleiri kunnu pensjónerast sum 60 ára gomul. Pensjónsaldurin hjá teimum fylgir ikki fólkapensjónsaldirinum, og tað ger hann heldur ikki aftan á valið, tá nýggj lóg kemur í gildi um eftirløn til tingfólk.
Í orðaskiftinum í gjár løgdu fleiri tingfólk dent á, at tann sera lukrativa pensjónin hjá politikarum er broytt. Tað passar, hon er broytt. Fyri landsstýrisfólk kom hon í gildi eftir valið í 2015, og fyri løgtingsfólk varð hon samtykt í fjør at koma í gildi eftir næsta val.
Tey tingfólk, sum sita á tingi í dag – og øll onnur, sum hava sitið síðani 1998, hava tryggjaða pensjón frá Løgtinginum, tá tey eru 67 ár og í øðrum førum tá tey eru 60, sum tey hava rætt til, tá starvsaldurin hjá tingfólki faldað við tvey pluss aldur hjá tingfólki, tá tey gevast sum tingfólk, gevur 95.
Um triðingurin av tingfólkunum í dag klára 95-ára regluna, harav tveir sum eru farnir um fólkapensjónsaldur. Men av tí at júst hendan reglan úr gomlu lógini framvegis verður galdandi fyri sitandi tingfólk aftan á valið, tá nýggja lógin kemur í gildi, eru fleiri onnur, sum innan fyri rímuliga tíð klára hasa regluna. Í prinsippinum kunnu øll klára tað, bara tey sita nóg leingi á tingi.
Men pensjónin veksur ikki aftan á næsta val. Tá hava tingfólk eina vanliga eftirlønarskipan, tey gjalda inn eins og onnur fólk og pensjónsaldurin fyri tann partin fylgir fólkapensjónsaldrinum. Tey tingfólk, sum hava rætt til fulla pensjón eftir gomlu skipan, fáa ikki ta nýggju skipanina. Ein býtislykil er gjørdur fyri hini, sum hava rætt til partvísa pensjón.
Tað er hesa reglu, sum Ruth Vang sigur, at hon umhugsar at fara at hyggja uppá, tá vit spyrja hana, um tað ikki er rímuligt, at sitandi tingfólk eisini eru við til tryggja framtíðarhaldføri í búskapinum.
Lukrativa pensjónsskipanin, sum nú fer úr gildið, kostar landskassanum sera nógvar pengar, serliga av tí, at talan er um lívslanga pensjón. Eftirlønarskyldan, sum liggur á landskassanum fyri hesar pensjónir, er millum 400 og 500 milliónir krónur.
Tey sum sita á tingi í dag hava upptjent sær hesa pensjón til næsta val (2026), og tá veksur hon ikki meira:
Vald í 2022: 8.744 krónur um mánaðin í lívlangari pensjón
Vald í 2019: 15.302 krónur um mánaðin í lívlangari pensjón
Vald í 2015: 21.131 krónur um mánaðin í lívlangari pensjón
Vald í 2011: 26.960 krónur um mánaðin í lívlangari pensjón
Vald í 2008: 29.146 krónur um mánaðin í lívlangari pensjón
Sjálvt um fólkapensjónsaldurin hjá øllum føroyingum verður hækkaður til 70 ár, so verða tingfólk í dag, og tey sum hava veirð tingfólk síðani 1998, einasti starvsbólkur sum ikki fylgir fólkapensjónsaldrinum, men sum varðveitir 67 ára pensjónsaldur og í fleiri førum 60 ára pensjónsaldur.
Galdandi lóg um samsýning og eftirløn løgtingsmanna
Galdandi lóg eftir næsta val um »samsýning og eftirløn til løgtingsfólk«.