Nato aðalskrivarin hevur altíð sum uppgávu at halda saman upp á tey 32 londini í verjusamgonguni. Men bæði fyrrverandi aðalskrivarin, Jens Stoltenberg (høgrumegin), og núverandi aðalskrivari hjá Nato, Mark Rutte (vinstrumegin) har óvanliga greitt sagt, at teir halda, at Trump faktiskt hevur styrkt Nato við at halda uppá, at øll lond skulu liva upp til málið um at brúka tvey prosent at btú upp á verju. (Savnsmynd). - Foto: John Thys/Ritzau Scanpix

Rutte vónar at trýst frá Trump á Evropa kann styrkja Nato

Í fyrsta valskeiði sínum sum forseti legði Trump trýst á Evropa um at gjalda fyri sína egnu trygd. Tað fer at henda aftur.

Nato aðalskrivarin hevur altíð sum uppgávu at halda saman upp á tey 32 londini í verjusamgonguni. Men bæði fyrrverandi aðalskrivarin, Jens Stoltenberg (høgrumegin), og núverandi aðalskrivari hjá Nato, Mark Rutte (vinstrumegin) har óvanliga greitt sagt, at teir halda, at Trump faktiskt hevur styrkt Nato við at halda uppá, at øll lond skulu liva upp til málið um at brúka tvey prosent at btú upp á verju. (Savnsmynd). - Foto: John Thys/Ritzau Scanpix

Aðalskrivarin í Nato, Mark Rutte, heldur, at Donald Trump sum forseti "aftur" kann vera við til at styrkja NATO. Hetta skrivar Rutte á sosiala miðlinum X.

- Eg havi júst ynskt Donald Trump tillukku við valinum til forseta í USA. Leiðsla hansara verður aftur lykilin til at halda samgongu okkara sterka, skrivar Mark Rutte á X.

Sum aðalskrivari í NATO er tað uppgávan hjá Mark Rutte at samstarva við leiðararnar í øllum limalondunum.

Tí kann Rutte ikki tosa negativt um leiðararnar í NATO-londunum - og sanniliga heldur ikki forsetan í USA, sum er sterkasta landið í samgonguni.

Men Rutte hevur tó verið serstakliga greiður í sínum áheitan um faktiskt at síggja Trump sum eina styrki fyri Nato heldur enn eina hóttan móti Evropa.

Boðini hjá Trump um ikki at verja NATO-lond, sum ikki gjalda fyri sína egnu trygd, hava annars elvt til stóra stúran í samgonguni, har grein fimm hjá NATO er heilt avgerandi fyri trygdina hjá nógvum evropiskum londum.

Men tilgongdin hjá Rutte hevur verið, at tað, sum Trump veruliga ynskir, er, at londini skulu liva upp til lyftið hjá NATO um at brúka tvey prosent av bruttotjóðarúrtøkuni til verju.

Eitt ynski, sum fleiri amerikanskir forsetar hava sett evropiskum leiðarum. Men tað var bert við óortodoksu tilgongdini hjá Trump til stríðið í Evropa, at Danmark og onnur evropeisk lond faktiskt fóru at brynja seg.

- Eg gleði meg at arbeiða saman við honum aftur fyri at fremja frið gjøgnum styrki gjøgnum NATO, skrivar Mark Rutte á X.

/Ritzau/