Tað hevur verið ein ávís almenn umrøða av, at Claymore sigldi undan nøkrum ferðandi á Tvøroyri mikumorgunin tann 31. mai 2000. Eisini er í Sosialinum tann 2. juni 2000 gjørdar viðmerkingar í oddagrein um, hvussu rutuupplýsingin hjá SL virkar. SL skulu her gera nakrar viðmerkingar til hendingina:
Tá ferðaætlanin fyri Claymore varð sett upp, vóru nógvir spurningar, hvussu siglingin skuldi tilrættaleggjast og annars, hvussu skipið kom at nøkta flutningstørvin. Tá lýst varð í bløðunum, varð mett, at tað varð ikki rætt at leggja seg fast á broytingar á farleiðini um halgidagarnar ? m.a. tí, at møguliga varð neyðugt at sigla um náttina o.a.
Á heimasíðuni varð hóast hetta gjørdar viðmerkingar um broytingar, tvs. tær somu sum, tá Smyril er í sigling. Harafturat hava starvsfólkini á rutuupplýsingini tlf. 343030 upplýst hesa broyting mikudag, t.e. at siglt verður sum fríggjadag við fráferð kl. 06:00. SL metti, at tá tað ikki valdaði ruðuleiki í flutningium, kundi SL halda seg til vanligu broytingarnar, sum verða gjørdar um halgidagar - tað mótsatta varð heldur ikki fráboðað.
Tað er tí ikki rætt, sum stendur at lesa í Sosialinum, at starvsfólkini á rutuupplýsingini í Tórshavn onki vistu um broytingarnar og tí upplýstu kl.07:00. Á kunningarstovuni á Tvøroyri varð eisini upplýst, at siglt varð sum fríggjadag.
Annars er talan um broytingar, sum endurtaka seg á hvørjum árið. Tað vóru eisini 64 ferðandi við Claymore henda morgunin, so rutuupplýsingin kann ikki hava virka so illa sum onkur vil gera tað til og fáa dumpikarakter av Sosialinum.
Tað, sum kundi verði gjørt betri er fylgjandi: Ferðaætlanin hjá Claymore kundi verði lýst einaferð afturat í bløðunum saman við broytingunum. Upplýsast kann, at dagliga avgreiðir einstaka starvsfólki í rutuupplýsingini umleið 200-250 uppringingar. Hetta svarar til, at eitt starvsfólk avgreiðir árliga um 40-50 tús. uppringingar. Harafturat flyta strandfaraskipini umleið 850 tús. fólk árliga. Viðmerkjast kann eisini, at dagliga eru nógvar hundrað fráferðir og komir bæði hjá ferjum og bussum, sum aftur krevur góða samskipan. SL ætlað framyvir at gera meira brúk av teimum stóru møguleikum, sum internetið gevur. Arbeitt verður eisini við einari tøkniligari umlegging av tekstvarpinum. Arbeitt verður eisini við øðrum betringum, eitt nú at gera eina langtíðarferðaætlan, herundir leggja so fá frávik í ferðaætlanina sum yvirhøvur møguligt og eisini uppá longri sikt hava somu komu- og fráferðartíðir á ymsu farleiðunum.
At Sosialurin brúkar eina einstaka hending sum hesa í einari politiskari viðgerð og í einari oddagrein, verða ongar viðmerkingar gjørdar til. Hendingin verður eisini blandað saman við játtanarreglum og leigumálinum av Claymore. Leiðslan á SL varð í januar greið yvir, at varð skip leiga og stórar umvælingar gjørdar uppá Smyril, fór peningur við vissu at vanta í seinni í ár ? talan er nevnliga um sera stórar upphæddir, sum skulu brúkast uppá Smyril, tilsamans 4-5 mió. kr. Vitandi um, at peningurin kom at vanta í, vísti leiðslan á, at tað rættasta, eftir stýrisskipanarlógini, var at fáa neyðuga peningin til vega. SL setti longu í mars 1999 pening av til umvæling av Smyrli og leigu av avloysaraskipi á fíggjarætlanini fyri ár 2000. Síðan velur Tingið í desember at skerja játtanina við 7,5 mió. kr.
Viðmerkjast kann, at Sosialurin hevur ikki havt samband við nakað leiðandi ella ábyrgdarhavandi starvsfólk á SL um hendingina. Ein kritiskur succesfaktorur hjá SL er at geva rættar og skjótar upplýsingar. Tað er tí ein stór avbjóðing at minimera feilir, hvat rutuupplýsing viðvíkur. Málið er m. a., at so nógvir málbólkar sum gjørligt fáa nøkta sín serliga upplýsingartørv. Leiðslan á SL er av tí áskoðan, at verða misstøk gjørd, so eigur alt at verða gjørt fyri at rætta hesi og annars arbeiða fyribyrgjandi.
Reidar Nónfjall
Stjóri á Strandfaraskipum Landsins