Øðrvísi vikuskifti á Slættanesi

Dagliga liggur Slættanes avtoftað, men um vikuskiftið er ætlanin at fáa lív aftur í hesa bygdina norðast á Vágoynni.

Leygardagin og sunnudagin skipar Sandavágs Fornminnafelag fyri einum vikuskiftistiltaki, har møguleiki verður hjá fólki at uppliva gamlar dagar og at hugna sær saman við øðrum.

Ein partur av skránni er ein framsýning í skúlanum, har dentur verður lagdur á at vísa myndir av fólki og bygdarlívi á Slættanesi.

Í skýmingini leygarkvøldið fer Knút Olsen at spæla nøkur fiól-stykkir av norska tónaskaldinum Ole Bull. Eisini fara Marjun Dalsgarð og Egin Markná at hugleiða um barna og summarminni á Slættanesi.

Á midnátt leygarkvøldið fer dansifelagið Tøkum Lætt at dansa, og seinni um náttina verður Syngi-við-løta, har Tummas Heri og Knút spæla harmoniku.

Sunnudagin verður gudstænasta í skúlanum kl. 14, har sóknarpresturin í Kvívík, Theodor Olsen prædikar.

Í samband við tiltakið gerð Vága Ríðingafelag túr úr Miðvági leygardagin kl. 15 og Vága Gongufelag av Oyrargjógv kl. 14.

Møguleiki er eisini at koma til Slættanesar sjóvegis, tí Ólavur, sum í síni tíð røkti rutuna millum Vestmanna og Fútaklett, siglir av Oyragjógv fleiri ferðir hetta vikuskiftið.