Ryan Giggs er ein livandi legenda í fótbólti og aftur í gjár skrivaði hann søgu, tá Manchester United vann á Schalke í Champions League hálvfinaluni. Tað sá eina løtu út sum, at Manchester United ikki fór at umseta yvirvágina til mál. Sjálvt Ryan Giggs brendi upp á tað skammiligasta. Fyrst stórbjargaði Manuel Neuer og síðani vildi høgra beini ikki sum Ryan Giggs vildi, tá hann kom at standa leysur í brotsteiginum. Men Ryan Giggs hevur royndirnar og helt áfram at spæla sum einki var hent. Miðskeiðis í seinna hálvleiki gjørdist 37-ára gamli walisin aftur leysur og hesa ferð lá betri fyri. Bólturin fór millum beinini á Manuel Neuer og í mál.
Við sínum 37-árum og 148 døgum gjørdist Ryan Giggs samstundis tann elsti leikarin nakrantíð, sum hevur skorað í Champions League. Hann yvirhálaði eina aðra legendu í Champions League samanhangi, Fillipo Inzaghi, sum var 37-ár og 86 dagar gamal, tá hann seinast skoraði í Champions League.
Hesir eru fimm teir elstu, ið hava skorað í Champions League:
Ryan Giggs (37-ár 148)
Fillipo Inzaghi (37-ár 86)
Javier Zanetti (37-ár 70)
Laurent Blanc (36-ár 334)
Paolo Maldini (36-ár 329)
(Sky Sports)