Ukraina: Rýmið - ella fyrireiki tykkum!

- Tit vita, hvat tit mugu gera. Tað týdningarmesta er, at tit verja tykkum sjálvi og børnini.

 

Orðini eigur ukrainski varaforsætisráðharrin, Irina Verestsjuk, sum hevur lagt hesi boð út á sosiala miðilin, Telegram.

 

Í sínari útlegging heitir hon á íbúgvar í hersettu økjunum í Ukraina um antin at rýma - ella at "fyrireika" seg.

 

Sambært Irinu Verestsjuk er ávíst órógv millum íbúgvarnar í hersettu regiónunum.

 

Um órógvið stendst av væntandi ukrainskum álopum - ella russisku hersetingini - er óvist.

 

Hetta framgongur heldur ikki beinleiðis í útleggingini á Telegram hjá ukrainska varaforsætisáðharranum.

 

- Hetta kemur ikki óvæntað. Men, tað eru framvegis stundir at rýma úr hersettu økjunum, sigur hon.

 

Og Irina Verestsjuk leggur aftrat:

 

- Tit vita, hvat tit mugu gera. Tað týdningarmesta er, at tit verja tykkum sjálvi og børnini, leggur hon aftrat.

 

Tað er norska Dagbladet, sum í kvøld endurgevur ukrainska varaforsætisráðharran.