Venjingarnar og fyrireikingin til sangleikin Grease, sum Rytmiska Kórið í Hoydølum skipar fyri saman við miðnámsskúlunum í Havn, ganga skjótt og væl.
- Eftir at pallurin er komin upp at standa, eru leikarar, sangarar og tónleikarar farnir inn í Norðurlandahúsið at venja seinastu dagarnar fram til premieruna 7. november.
Tað sigur Rytmiska Kórið í Hoydølum, sum vísir á, at áhugin fyri leikinum er stórur, bæði millum ung og gomul.
- Atgongumerkjasølan hevur gingið sera væl. Í dag eru tríggjar tær fyrstu sýningarnar útseldar, og fá atgongumerki eru eftir til sýningarnar týsdagin 11. og mikudagin 12. november. Tað merkir, at fleiri enn 1500 atgongumerkir longu eru seld.
Fyrireikararnir fara tí mikudagin 29. oktober klokkan 13 at seta fýra sýningar aftrat til sølu. Talan verður um sýningar hósdagin 13., fríggjadagin 14., leygardagin 15. og sunnudagin 16. november.