Ósá Café í Addis Ababa

Mitt í etiopiska høvuðsstaðnum er kaffistovan Ósá Café, sum klaksvíkingurin Magne Ósá og etiopiska kona hansara hava. Magne hevur búð uttanlands í meira enn 40 ár, og hann stórtrívist í Addis Ababa, har hann hevur búð í góð fýra ár

Í meira enn 40 ár hevur klaksvíkingurin Magne Ósá búð uttanlands. Fyrstu sjeytiárini helt hann til í Portugal, men í 1975 flutti hann til Liverpool, har hann varð giftur árið eftir og búð til fyri fýra árum síðani. Hesi seinastu árini hevur hann búð í etiopiska høvuðsstaðnum Addis Ababa.

Magne Ósá hevur, síðani hann var ungur, havt sítt yrki á sjónum. Sum ungur fór hann til skips við línubátum úr Klaksvík, hann tók skiparaprógv í 1964 oog helt fram at verða við fiskiskipum í eina tíð.

- Eg vildi sleppa út at sigla og síggja verðina, og í 1968 slapp eg við einum donskum báti. Síðani havi eg fyri tað mest siglt við donskum reiðaríum, men hesi seinastu árini hava eg siglt hjá Thor, sigur 67 ára gamli Magne Ósá, sum í løtuni er offshore í Angola.

Hann hevur siglt kring allan heimin, og tað eru heilt fá lond, sum hann ikki hevur vitjað.


Dámdi væl í Liverpool

Lívið á sjónum og kvinnur hava havt við sær, at Magne Ósá bæði hevur arbeitt og búð uttanlands síðani fyrst í 70’unum.

- Mær dámdi væl at búgva í Liverpool. Serliga tey fyrstu árini var tað ein góður býur at búgva í, men tey seinnu árini broyttist býurin nakað og hevur verið merktur av meira kriminaliteti. Men eg havi altíð kent meg væl og havt tað gott í býnum, sigur Magne Ósá.

Hann hevur verið íðin Liverpool viðhaldsmaður og hevur verið til nógvar spennandi fótbóltsdystir á Anfield Road, leikvøllinum hjá Liverpool FC. Tá ið tað lá fyri, plagdi hann eisini at fara at hyggja eftir dystum hjá hinum kenda felagnum í býnum, Everton.


Avgjørdi navnið

Seinastu fýra árini hevur Magne Ósá hildið til í Etiopia, og tað er ein kvinna, sum er ein týðandi orsøk til, at hann býr har. Hann hitti Sofiu í Bahrain, tey hildu samband í eina tíð og funnu síðani saman. Magne fór at vitjan Sofiu í Etiopia, haðani hon er ættað, og seinastu árini hava tey hildið til í høvuðsstaðnum Addis Ababa.

20. januar í fjør lótu tey upp eina kaffistovu í Addis Ababa. Tey keyptu tvær íbúðir og løgdu tær saman til at verða kaffistova.

- Eg slapp kanska ikki at bestemma so nógv við kaffistovuni, men navnið vildi eg sleppa at avgera, sigur Magne Ósá.

Og soleiðis bleiv tað til, at etiopiski høvuðsstaðurin hýsir einari café fyri klaksvíksliga navninum Ósá Café. Á kaffistovuni ber til at keypa sær kaffi, kakur og eisini heitan mat. Og kaffistovan hevur eisini sjónvarpsskíggja, so tað ber til at hyggja eftir eitt nú enskum fótbólti.


Trívist væl

Tá ið vit á okkara leiðum hoyra navnið Etiopia, eru vit skjót at hugsa um neyð og elendigheit, men landið rúmar meira enn bara tað.

- Eg kendi heldur einki annað til Etiopia enn tað, sum eg hevði sæð í sjónvarpi um hungur og neyð, og soleiðis er tað eisini í pørtum av landinum. Í Addis Ababa er tað ikki so galið, har sæst eisini nakað til neyðina, og tað skalt tú venja teg við, men har er eisini eitt meira nútímans umhvørvi við býarlívi, fínum matstovum og fortovscaféum , og fólk ganga væl ílatin nógvastaðni, greiðir Magne frá.

Veðurlagið í etiopiska høvuðsstaðnum passar væl einum føroyingi. Býurin liggur í 2400 metra hædd, og hitalagið er alt árið millum 20 og 26 hitastig.

- Fólkið er sera fitt og fyrikomandi og smílandi, og eg trívist sera væl millum tey, hóast eg ikki dugi málið. Mann skal ongantíð siga ongantíð, men sum støðan er í løtuni, so rokni eg ikki við, at eg komi heimaftur til Føroya at búgva, og eg endi helst mínar dagar í Etiopia, sigur Magne Ósá.