SÍ ella Mjølnir flogbóltsmeistari í dag

Nú er bara ein kjansur eftir, og vinnarin eftir við øllum, tá SÍ og Mjølnir í dag klokkan 15.30 fara á vøllin í ítróttarhøllini í Giljanesi at spæla triðju og altavgerandi FM-finaluna.

 

Fyrru finalurnar vóru á Eiði fyri viku síðani, og tá vann SÍ leygardagin og Mjølnir sunnudagin ? í báðum førum eftir fimm spennandi sett. Rás 2 sendir longu frá klokkan 15 og til alt er liðugt.

 

Væntandi verður høllin á tremur av fólki, tí vágafólk eru ófør at ganga til flogbólt, og úr Klaksvík koma ókeypis bussar. Helst verður nógv lagt fyri, so spælararnir fáa lívligar og larmandi umstøður til avgerandi dystin.