Søga um bóndasamfelag og stættarmun

Oaf Djurhuus hevur givið út skaldsøguna Vónbrot

Olaf Djurhuus hevur áður skrivað minningarrit og endurminningar, men nú hevur hann á forlagnum Innan Glyvur givið út skaldsøguna Vónbrot.

Søgan er sprottin úr søgnum um norsku kvinnuna Maria Rønning, sum kom til Føroya at gerast prestakona á Nesi.

Hendingarnar fara fram í árunum 1750 til 1800.Maria Rønning er hugskotið til søguna, men ein aðaltáttur er lívshátturin í Føroyum tá, t.d. bóndasamfelagið við húskalla- og arbeiðskonuvirksemi og dentur verður lagdur á grefliga stættarmunin.

Eisini verður hetta at ganga saman í hjúnalag umrøtt, tí tá vóru tað at kalla bert foreldrini, ið gjørdu av, hvørjum dótturin ella sonurin skuldi giftast við. Hetta hevði ótrúskap við sær og eisini ástarleik í loyndum, tí tvey kundu ikki giftast, tí tey áttu ikki minsta mark í jørð.

Eisini verður komið inn á seyðatjóvar. Revsingin, ið teir fingu, var hørð. Deyðarevsing, hálshøgging og heinging. Revsingin linkaði nakað og var kanska húðfleingin ella brennimerking.